Skriva út

Ólavur Olsen

Ólavur Olsen
organistur
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Ólavur Olsen er hvalvíkingur. Ólavur er vaksin upp við kirkjuni og mamma hansara var ein av drívmegunun í arbeiðinum kring kirkjuna. Hann er føddur 3. apríl 1964.

-Eg minnist tað, sum tað var í gjár, fyrstu ferð eg spældi til gudstænastu í Hvalvíkar kirkju. Tað var Dýra Biðjukvøld í 1979. Beiggi mín Hanus var fastur organistur og hann skuldi koyra motorsúklu hetta kvøldið og hann heitti á meg. Tað var tíbetur lítið av fólki í kirkjuni og eg var ógvuliga nervøsur. Eg var einans 13 ára gamal og hevði lært meg eitt sindur heima. Men tað gekk og vit komu í gjøgnum gudstænastuna, soleiðis har á leið, sigur Ólavur smílandi.

-Tá ið eg var barn, áðrenn eg fór í skúla, var ikki nógv samband millum okkum og streymnesarbørn. Men hetta broyttist eftir at vit fóru í skúla, tá blivu børnini í báðum bygdunum samansjóvaði. Áðrenn skúlan spældu vit við grannabørnini, nú eru bygdirnar ein bygd.

-Eg haldi, at tað var gott at vaksa upp í Hvalvík, her vóru so nógv børn, vit keddu okkum ikki. Hetta er broytt í dag, nú eru ikki so nógvar ungar familjur, sum búgva í gomlu bygdini.

-Eg havi sjálvur altíð spælt eftir nótum. Mamma kom við orgulinum og hon royndi seg í fyrstuni við tveimum fingrum. Men seinni fóru mamma og pápi at læra seg at spæla eftir nótum. Tað var pápi sum lærdi meg. Orgulið við høvdu heima var eitt harmonium og tað varð keypt úr Gjógv.

-Vit eru fýra brøður, sum allir hava havt tænastu í kirkjuni, eg og Hanus á urgu, Tórhallur hevur verið deknur og Torkil klokkari.

Hanus hevur arbeitt í mong ár á Norðsetur. Hann eigur fýra børn og tvey abbabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.