Skriva út

Ólavur Jøkladal

Ólavur Jøkladal
organistur
Hoyvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ólavur Jøkladal er uppvaksin í Klaksvík. Pápin er ættaður úr Fuglafirði. Hann er uppvaksin í Brøðrasamkomuni og hevur spælt orgul í Tvøroyar kirkju, Hvalbiar kirkju, Vágs kirkju, eisini í Vesturkirkjuni og er í dag knýttur at Hoyvíkar kirkju. Ólavur er føddur 20. september 1952.

-Tá eg var um 12 ára gamal, fór eg at spæla orgul, tað var eitt gamalt harmonium. Eg hevði spælt guitar áðrenn og tá fór eg eisini at fáa undirvísing í orgulspæli frá Dia í Fugloy. Sum 15 ára gamal yvirtók eg barnakórið hjá Jógvan við Keldu. Eg eri føddur inn í Brøðrasamkomuna, men tað hevur ikki hindrað mær í at gera tænastu í kirkjuni sum organistur. Eg flutti til Havnar og fór at fáa undirvísing frá Oddvør á Steig, sum hon kallaðist tá, nú hevur hon eftirnavnið Johansen. Hetta var fyrsti í sjeytiárunum, sigur Ólavur Jøkladal.

-Eg kom til Havnar í 1968. Foreldrini fluttu í Kollfjarðardal í 1967, har tey lótu bensinstøðina upp. Eg fór til Havnar í handilslæru. Eg gekk til undirvísing í violin hjá Viggo Dahl Christiansen. Hugurin til tónleikin bara vaks, hóast eg um tað mundi arbeiddi við rokniskap. Eg og konan Ása fóru niður og eg fór undir hægri lesnað, har eg í 1987 tók prógv sum magistari í tónleiki og norðurlendskum máli.

-Mær dámar væl at gera tænastu, har eg kann tæna Gudi og í kirkjuni havi eg havt gott samband við prestar, eisini í kapellinum á landsjúkrahúsinum, har eg spæli orgul. Fólkakirkjan er rúmlig, tað er so vist, sigur hann.

-Kórlívið hevur havt stóran týdning í mínum lívi, eg havi verið kórleiðari frá alt mítt lív meira ella minni og havi verið við til at stovna tvey kór, Kamarkórið og Aurora Borialis.

Ólavur og konan Ása, dóttir Ingálv av Reyni, eiga trý børn og 10 barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.