Skriva út

Ólavur Jacobsen

Ólavur Jacobsen
organistur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ólavur Jacobsen er hósvíkingur og hansara leið fram at kirkjuurguni er eitt sindur øðrvísi enn hjá teimum flestu. Hann var sum ungur rocktónleikari og var longu sum átta ára gamla limur í einum orkestri, har hann spældi keyboard.

-Frá tí eg var átta og til eg var 13 ára gamal var eg í einum dreingjaorkestrið her í Hósvík. Og síðan, sum eg vaks til fór eg upp í dansiorkestum. Eg var millum annað eitt ár í Kjølum í Kollafirði og spældi keyboard saman við eitt nú Jens Marna og Signar í Homrum. Hetta var dansi og rocktónleikur.

-Eg byrjaði tá at læra at spæla eftir nótum og nú spæli eg bara eftir nótum. Longu í 1993 vóru boð eftir mær í kirkjuni í Hósvík, men eg segði nei. Eg gekk ikki í kirkju, og mær dámdi væl sálmasang, men helt ikki, at eg kundi spæla, tá ið eg ikki var limur í kirkjuliðnum. Eg kendi meg kallaðan til rocktónleikin uttan at eg heilt visti hvat tað var.

-15. februar 1998 byrjaði eg at spæla í kirkjuni. Eg spældi ein sálm. Eg hevði tá gingið til undirvísing hjá Odvør Johansen. Odvør er eitt fantastiskt menniskja og ein góður lærari. Fyrsti sálmurin eg spældi í kirkjuni var, “So tak tá mínar hendur og leið tú meg...” Stutt áðrenn varð eg vorðin andaliga vaktur. Hetta hendi í Meinigheitshúsinum í Havn og nú vendi rætt við orgulspælinum. Eg kendi meg kallaðan til at spæla í Hósvíkar kirkju.

-Eg havi spælt nógva staðni her á leiðini og spælt í nógvum kirkjum í Føroyum, serliga á smáplássum. Árni av Reyni avloysir meg, tá ið eg eri burtur. Árni og eru eru fastir avloysarar og kirkjan hevur tveir fastar organistar, teir eru Hilmar Jan Hansen, sum er fyrsti organistur og Jóannes Mørkøre, sum er annar.

-Eg eri hósvíkingur og búgvi í Hósvík. Eg havi altíð búð í Hósvík. Konan Vónbjørt er úr Kollafirði og vit eiga tríggjar gentir, tær eru 13, 18 og 20 ára gamlar. Ólavur er elektrikari og arbeiðir í í norsku oljuvinnuni. Honum dámar væl skiftini við at vera helvtina av tíðini heima og helvtina burtur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.