Skriva út

Ólavur Berg

Ólavur Berg
ljóðtænari
Skála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tá ið jarðarferðir eru í kirkjugarðinum á Skála, sum er á sama stað sum kirkjan, er Ólavur Berg til arbeiðis, ikki sum gravari, men sum ljóðteknikari og hann skal syrgja fyri, at øll sum fylgja, hoyra hvat fyriferst við grøvina og hvat í prestur sigur. Hetta arbeiði hevur Ólavur røkt í út móti 40 árum. Ólavur er føddur 29. juli ella á ólavsøku í 1950.

-Eg var skúlatænari, tá íð eg var biðin. Reinhold Rasmussen var kirkjuráðsformaður og vit kendust frá skipasmiðjuni, har hann helt til í amboðsrúminum og eg lærdi til elektrikara. Vit samstarvaðust tá og tað komu vit eisini at gera seinni í kirkjuni, sigur Ólavur Berg.

-Í fyrstuni var talan um eina rættuliga einfalda skipan. Har var ein hátalari og síðan fingu fólk møguleika at hoyra, hvat prestur segði á grøvini. Nú hava vit fingið nýggja útgerð og alt er tráðleyst, men eg pástandi, at tann nýggja útgerðin riggar verri enn tann gamla við káplum, sigur hann.

-Eg lærdi til elektrikara hjá Dia Rasmussen. Eg var liðugur í 1967 og fór beina leið til skips. Seinni fór eg at arbeiða hjá Dáva í Søldarfirði innan bygging. Og kom seinni aftur á skipasmiðjuna. Í 1977 fekk eg starv sum skúlatænari ella pedellur í skúlanum á Skála og var í hesum starvi, til eg fór frá við pensión.

Ólavur er giftur við Olinu hjá Egga á Strondum. Tey eiga fimm børn, tríggjar gentir og tveir synir. Tey hava fingið 16 barnabørn og átta langbarnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.