Skriva út

Ólavur á Skipagøtu

Ólavur á Skipagøtu
deknur
Hoyvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað eru tey, sum kalla Hoyvíkar kirkju fyri eina bygdarkirkju í Hoyvík og tað eru kirkjutænarar av bygd sum eru í meiriluta í kirkjuni. Ólavur á Skipagøtu er skúvoyingur og hann er deknur í kirkjuni. Hann er føddur 13. februar 1950.

-Eg var ikki millum tey fyrstu, sum vórðu biðin til kirkjutænara í nýggju kirkjuni, men nú havi eg verið deknur longu í fleiri ár. Eg eri lærari og tá fólk biðja meg um okkurt, tá vil eg fegin lyfta. Kirkjan er ein annar pallur enn skúlin og hetta arbeiði gevur mær frið. At sita saman við eini 2-300 fólkum gevur ein frið og her koma nógv fólk í kirkju, sigur Ólavur á Skipagøtu.

-Eg eri uppvaksin við kirkju í Skúvoy og kirkjan var ein ógvuliga sjónligur og týðandi partur av bygdarlívinum og okkara kirkja í Hoyvík sæst eisini aftur í hesum býarparti.

Skipagøta er staðarnavn í Skúvoy. Tað var pápi Ólavs, Jens Jensen, sum keypti hetta navnið.

-Eg fór til skips sum 14 ára gamal. Róði millum annað út í Grønlandi og var við línubáti, Havalduni, men sjólívið var ikki nakað fyri meg. Eg fór síðan í realskúla og eftir tað í læru hjá danska flogvápninum sum telegrafistur og síðan fór eg á læraraskúla sum partur av umskúling. Eg var framvegis í starvi hjá flogvápninum og gekk á læraraskúla við løn.

-Eg tók læraraprógv í 1981 og fekk starv á Skála, har var eg í seks ár. Síðan fekk eg starv við Hoyvíkar skúla. Áðrenn høvdu vit keypt hús í Mannbrekku, hetta var í 1983. Nú eri eg varaskúlastjóri við Hoyvíkar skúla og eg fylli 66 ár. Tíðin er komin, har eg má finna hurðina, sigur hann.

-Eg veit ikki heilt, hvat eg fari at takast við sum pensionistur, men eg eigi nógvan seyð í Skúvoy og mær dámar væl at vera har. Nú er oyggin doyggjandi, og hetta var ein perla fyrr í tíðini. Ein fullkomiliga sjálvberandi búskapur, sigur hann.

Ólavur er giftur við Ullu, sum er donsk. Ólavur og Ulla eiga tvær gentir og ein drong og fýra barnabørn, sum øll eru dreingir, tá ið hesin tekstur varð skrivaður í 2015. Síðan eru komin fleiri barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”