Skriva út

Óla Jákup Jacobsen

Óla Jákup Jacobsen
deknur
Fuglafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Torkil Beder sóknarprestur í Fuglafirði kom niðan í skúlan og gramdi seg um, at hann fekk ongan dekn. Hetta var miðskeiðis í sekstiárunum í farnu øld.  Eg segði, at eg kundi lesa nakrar sunnudagar og eg bleiv hangandi í samfull 40 ár.” Orðini koma knøpp og umhugsað av varrunum  hjá Óla Jákup Jacobsen, sum hóast sundamaður, hevur verið virkin í Fuglafirði í eitt langt lív. Hann er farin um tey áttati og andlitið kennist eitt sindur troytt. Her er ruddiligt inni og alt hevur sítt pláss og uttan um húsini er vakur urtagarður. Tað kennist, sum at vera í útlandinum, tá ein hyggur út gjøgnum vindeyguni og sær høg trø uttanfyri og onkra løtu eru tankarnir uttanfyri Føroyar. Reysta Ritufjall hálar okkum heimaftur, meðan vit práta. Vit hoyra konuna í húsinum, hon er vorðin darvað av elli.

-Við til mítt lív hoyra barnaárini. Eg havi ongantíð sæð pápa mín. Eg eri ættaður av Oyrabakka og pápi mín gekk burtur við “Nólsoynni”  í maj í 1934, sum eg var føddur tann 10 oktober sama ár. Hetta merkti nógv míni barnaár, vit vóru nógv systkin, níggju í tali,  sum gjørdust faðirleys og mamma giftist ikki uppaftur.

-Eg fór á læraraskúlan og varð liðugur í 1960. Eg møtti konuni á læraraskúlanum, hon var tey ár frammanfyri meg og tók prógv í 1958. Vit fingu tvillingar og konan var nýrasjúk.Tað var orsøkin til, at vit komu til Fuglafjarðar. Ingibjørg, systir konuna búði í Fuglafirði og hon tók sær av tvillingunum, meðan konan var sjúk niðri. Eg fekk lærarastarv í Fuglafirði í 1960 og var her í trý ár. Fjórða árið var eg lærari í Kollafirði. Men mær dámdi fult so væl í Fuglafirði og kom aftur í starv í 1965 og var her, til eg fór frá við pensión. Eg var eitt ár í farloyvi, tá var eg á skeiði í London.

-Sum deknur skiftist eg við Johan Øre, Hilmar Petersen og øðrum. Vit høvdu bara Dahl og Brun í fyrstuni. Eg læs væl uppá. Maria Eide kom seinastu í sjeytiárunum við eini lestrarbók við týddum lestrum, síðan kom Aksel Tórgarð, men eg vendi ofta aftur til gomlu lestrarnar hjá Dahl.

-Føroyska sálmabókin kom í 1961, men fuglfirðingar blivu við at syngja danskar sálmar. At enda doyði tað danska út. Eg havi bara einaferð lisið danskan lestur og tað hevur verið fyrst i sekstiárunum í farnu øld. Tá ið eg tók við aftur sum deknur í 1965 vóru fuglfirðingar givnir at lesa danskan lestur. Lestrar eru ymiskir og fólk, sum lesa eru ymisk. Tú kann hoyra ein lesa ein lestur og fáa eitt burtur úr og onkran annan lesa og fáa nakað heilt annað burtur úr.

-Sum barn skilti eg ikki nógv av donskum, men tá tað varð biðið fyri teimum “faderløse” rykti okkurt innan í mær.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”