Skriva út

Óla Jáku Djurhuus

Óla Jáku Djurhuus
klokkari
Skálavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Òla Jáku er avloysari sum klokkari í kirkjuni í Skálavík. Hann er føddur 15. desember 1948.

-Eg eri ikki ættaður úr Skálavík, heldur úr Dali og Hósvík. Pápi mín var yngstur av 21 systkjum. Tað er ein øgiliga stórur barnaflokkur. Fyrst fekk abbi fimm børn og so doyði konan. Síðan giftist hann upp aftur og við hesi fekk hann heili 16 børn, sigur Óla Jáku Djurhuus.

-Mamma og pápi búðu í Skálavík, men eg vaks upp í Dali. Eg kom ikki aftur til Skálavíkar fyrr enn í 1973 og tá var eg 25 ára gamal. Eg búði og vaks  upp hjá mostir míni í Dali, sigur hann.

Konan hjá Óla Jákup er úr Skálavík, tey eiga ongi børn.

Óla Jáku hevur sum mangir aðrir føroyingar siglt megin partin av lívinum. Hann hevur fiskað í Grønlandi, Norra og undir Føroyum.

-Tað var ikki so torført hjá mær at gerast klokkari. Eg kendi mannagongdirnar framman undan. Fosturpápi mín, Demmus Nolsøe í Dali, var klokkari og hann hevði meg mangan við upp í tornið og eg slapp eisini at ringja sum smádrongur. Tí var hetta einki nýtt fyri meg, tá boð vóru eftir mær í kirkjuni í Skálavík, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.