Skriva út

Oddur Petersen

Oddur Petersen
deknur
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Summi eru bara meira trúføst enn onnur. Í samfull 35 ár hevur Oddur Petersen verið deknur í Sørvágs kirkju og nú er hann givin. Og hann er sandavágsjingur og hevur verið lærari í Sørvági alt lívið. Oddur er føddur 9. februar 1943.

-Eg fór sum blaðungur úr Sandavági til Havnar fyrst á premilier og síðan á læraraskúla. Hetta var í árunum 1962-1966. Eftir lokið prógv á læraraskúlanum søkti eg lærarastarv við Sørvágs skúla og fekk tað. Tað gjørdist eitt drúgvt skeið frá 1966 og fram til 2005, sigur Oddur Petersen.

-Eg treivst beinanvegin væl í Sørvági, eg hevði onga familju her og kona er eisini úr Sandavági. Tá var tann navnframi DD lærari í Sørvági og hann var eisini deknur. Hann átti tríggjar døtur og allar búðu í Danmark og hann vitjaði tær um summarið og tá avloysti eg hann sum deknur. Soleiðis byrjaði tað, sigur hann.

-Hann doyði í februar mána í 1980 og tá gjørdist eg fastur deknur og havi verið síðan. Tá ið eg hevði forfall bað eg Torkil Haraldsen ella Suna Jacobsen avloysa meg. Ein partur av starvinum er eisini at taka í móti líkum og tað kemur meira enn so fyri, at avvarðandi biða okkum um at velja sangir, tað kenni eg sum stórt álit og eri takksamur fyri.

-Tað hevur verið hugnaligt at vera deknur og mær hevur dámt tað væl. Eg havi verið ein stóran part av tíðini einsamallur. Fyri meg hevur hetta verið eitt kall. Einaferð er tað komið fyri, at vit hava avlýst eina gudstænastu. Tá var kavarok og bara vit kirkjutænarar og ein fólk vóru møtt. . Kirkjan er frá 19 øld og fleiri hava staðið undan henni á sama stað, Sørvágur er landnámsbygd, sigur hann.

-Tað var tað rætta fyri meg at gerast lærari og tað var sjóverkurin, sum avgjørdi mína lívsleið. Tað var nóg ring við rutubátinum Vesturleið millum Vágar og Havnina.

-Og fólk eru trúføst at ganga í kirkju, tað eru 50-60 fólk til eina vanliga gudstænastu og fleiri til høgtíðirnar. Hetta er ein kirkjubygd burtur av. Eg havi tænt undir fimm presturm. Høgna Poulsen, David Johannesen, Una Næs, Ingu Dam Poulsen og Marjun Kálvalíð.

-Kona mín eitur Maria og er eisini úr Sandavági. Vit møttust, áðrenn eg gjørdist lærari í Sørvági og hon flutti til Sørvágs við mær. Vit eiga tríggjar synir. Ein skipara, ein flogskipara og ein politist. Tað er bara eg av mannfólkunum í húsunum, sum ikki beri uniform. Vit eiga tíggju barnabørn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.