Skriva út

Ninna Joensen

Ninna Joensen
deknur
Kvívíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard 

Eg havi verið deknur í Kvívíkar kirkju í eini tíggju ár. Nú eri eg givin vegna vánaliga heilsu. Eg havi búð her í Kvívík alt mítt lív og havi støðast væl, sigur Ninna Joensen. Hennara vøkru bláu eygu skína, og tú sært langt inn í bládýpið og lívið hevur verið hart seinastu tíðina. Hon er fødd 9. juli 1941. 
    
-Eg og maðurin, Jógvan Martin, vóru saman í 59 ár. Dagin eftir sólarmyrkingina í vár lá hann lík. Vit vistu slett ikki av, at hann var sjúkur, høvuðsæðrin brast, sigur Ninna. Nú er tøgn eina løtu, vit sita í kirkjurúminum sum er bygt upp í kirkjuna í Kvívik, og her inni plaga at standa kistur áðrenn jarðarferð. Hetta er eitt kapell, køkur og fundarrúm og kirkjufólkið savnast eisini her. 
 
-Vit møttust, tá ið vit vóru 15, giftust, tá ið vit vóru 19 og vóru gift í 54 ár. Tíðin hevur staðið í stað og saknurin gerst bara størri og størri. Onkuntíð hugsi eg egoistiskt, at hevði hann av illum verið sjúkur, so kundu vit vant okkum við tankan. Men í dag eri eg glað fyri at hann fór frískur úr kroppinum. Jógvan Martin var sjómaður og legðist uppi á landi fyri 20 árum síðani. Og nú hann doyði, virkaði tað fyrstu tíðina sum um hann var farin ein túr til skips. Hann kom bara ikki aftur. Hann var 73 ár, nú hann doyði. 

-At eg varð deknur í kirkjuni hendi eins knappliga og maðurin varð tikin frá mær. Tað varð ringt til mín ein sunnumorgun og spurt, um eg vildi lesa. Har var avboð og ongin var at lesa. Tað var kirkjuráðsformaðurin sum ringdi. Og so komu tankarnir. Eg? Hví eg? Og síðan hugsaði eg, at eg var ein vanliga góður kirkjugangari, men lesa innan tríggjar tímar, fór eg at klára tað? Eg ringdi til Lago, sum hevði verið deknur leingi og sum nú var fráfarin og spurdi, hvat hann helt. Hann sissaði meg og bað meg ikki himprast. Tað gekk væl og eg gjørdist deknur. Eg segði við kirkjuráðið, at tey máttu taka meg, sum eg var og um teir ikki forlangaðu ov nógv, vildi eg gerast deknur. Kirkjan hevur altíð sagt mær nakað, eg eri uppvaksin við henni, sigur Ninna Joensen.

Ninna og Jógvan Martin fingu fýra børn, tríggjar gentir og ein son. Tey hava fingið barnabørn, langbarnabørn og Ninna er olduromma eisini. 
    
-Tað er ongin munur at sita undir ommubørnum og oldurommubarninum. Einasti munurin er, at eg veit, at eg eri komin longur á lívsleiðini við oldurommubarninum, sigur hon.