Skriva út

Niels Olsen

Niels Olsen
organistur
Kaldbaks kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Niels Olsen hevur verið organistur í Kaldbaks kirkju. Hann byrjaði í 1997 og var organistur har í trý ár. Niels er havnamaður og er føddur sjeynda juni 1981. Hann er í dag útbúgvin organistur og býr og spælir í Danmark.

-Vit høvdu eitt Philips orgul heima, sum babba spældi á, hann spældi eisini nógv á harmoniku. Tað var á hesum orgulinum, at eg byrjaði at spæla sum smádrongur. Sum átta ára gamal slapp eg í musikkskúlanum í læru hjá Odvør Johansen, og fekk veruliga frálæru. Sum 16 ára gamal í 1997 fekk eg møguleikan at spæla í Kaldbaks kirkju. Eg avloysti Sjúrða Nysted, sála. Eg spældi í Kaldbak í trý ár. Tá hevði eg ikki koyrikort og babba koyrdi meg. Eg flutti niður í 2000 og eri enn í Danmark, sigur Niels Olsen.

-Eg fór niður at útbúgva meg og orgulspælið lá stilt í sjey ár. Eg lærdi til elektrikara á Handverkaraskúlanum í Svendborg. Eg fekk lærupláss og var har til 2007. Síðan fór eg at starvast á eini verksmiðju á Fyn og í hesum sambandi ferðaðist eg nógv í Ruslandi og eystureuropa annars. Nú eri eg á eini aðrari verksmiðju á Fyn, har ger tól til at plasticposaframleiðslu.

-Í hesum seinna arbeiðinum fekk eg møguleika at taka premilinær orguleksamiu. Eg eri burtur frá arbeiðinum 14 hvønn dag og tá fái eg undirvísing innan orgul og eg sleppi síðan at arbeiða hendan dagin inn aftur. Eg fekk nógv burtur úr orgulútbúgvingini, bæði viðvíkjandi spæli og ikki minst innan tað tekniska og innan sálmakunnskap, hendan útbúgvingin hevur givið mær gott innlit, sigur hann.

Í dag arbeiði eg sum orgulavloysari í Vor Frue kirke í Odense, eg havi eisini lykil til kirkjuna í Ringe, har eg kann venja og avloysa. Eg plagi eisini at spæla til jólagudstænastuna hjá Føroyingafelagnum í Odense. Í samband við drotningavitjan í Odense stóð eg fyri húsakórinum í Norðuratlantiska húsinum í Odense, men eg gavst aftaná, tí eg havi ikki stundir til kórsang.

Niels er ógiftur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.