Skriva út

Niels A. Joensen

Niels A. Joensen
deknur
Kvívíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Niels er kvívíkingur og hevur búð í Kvívik alt lívið. Hann hevur í samfull 37 ár verið bankamaður og nú umsitir hann eldraøkið í kommununi. Hann er føddur 9 juni í 1958. 

    -Ein deknur skal hava tað, sum skal til fyri at fólk skilja lesturin. Og hann skal hava eina rødd, sum skapar ein stemmning. Tað hevur týdning, at ein ikki keðir kirkjugangaran óneyðugt, eitt nú við at hála orðini ónatúrliga út, meðan lisið verður. Lesturin skal ikki skrumblast í gjøgnum og hann skal heldur ikki drýggjast ónatúrliga. 

    -Eg var deknur í eini 20 ár samanhangandi og nú eri eg ikki longur, annað enn at eg avloysi av og á. Eg var fyrst deknur saman við Bjarna Hansen. Eg legði frá mær, tí eg helt, at eg hevði verið for leingi. Nú eru fleiri ungir deknar, sum skiftast. Sjálvur havi eg altíð hildið, at tað hevur týdning at fleiri eru í tænastuni í kirkjuni, tað er lættari og hugaligari. Hetta við at vera deknur hoyrir familjuni til. Pápi mín, vanliga kallaður Lago var eisini deknur í 20 ár. 

    -Kirkjan er eitt frírúm fyri meg og ein heilt natúrligur partur av mær. Niels bygdi í Kvívík í 1986. Hann er giftur við Unn Jacobsen úr Vestmanna og tey eiga trý børn í aldrinum 17-25. Tveir dreingir og eina gentu.