Skriva út

Niclas Magnus Joensen

Niclas Magnus Joensen
deknur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tú snakkar ikki leingi við Niclas, uttan at prátið kemur ikki á seyð. Hann er uppvaksin á Kjalnesi í Kollafirði og pápi hansara var seyðaráðgevarin Tummas á Kjalnesi. Sjálvur er Niclas røktingarmaður í størsta haganum í landinum, Ognarhagin í Kvívík, har skipanin er 500 áseyðir, harav 54 í kenning og tað er felan hann røktar.

Tummas er uppvaksin í Kollafirði og hevur eisini búð har meginpartin av lívinum, men í 2001 flutti hann til Kvívíkar. Hann var vælkendur í Kvívík. Pápin var ættaður hagani og omman var úr Kollinum, systir Hans Iversen.

-Eg var deknur í Kollafjarðar kirkju í nítiárunum í farnu øld, tá búði eg í Kollafirði. Eg eri bankamaður. Starvaðist í Føroya Banka fram til januar 1997, tá var eg 54 ára gamal. Síðan fór eg á TAKS og starvaðist har í 15 ár, til eg fór frá við pensión.

-Mær hevur altíð dámt væl at fáast við seyð. Tað bleiv nógv snakkað um seyð heima hjá okkum og eg haldi, at tað liggur í genunum at hava hendan áhugan.

-Eg havi eisini verið formaður í hagastýrinum fyri Ognarhagan. Eg eri 70 ár og nú fari eg at siga 280 seyðir frá mær at røkta. Eg ætli mær,  um Gud vil at halda fram við at røkta Gásafelli í eini tvey ár afturat. Hagin er í góðum standi og vit hava fingið eitt nýtt seyðahús, sum er hendinga væl innrættað. Eg havi nú verið røktingarmaður í 23 ár og tá ein er komin í mín aldur, er tað ovlítið við einum røktingarmanni í so stórum haga. Tað hevði ikki verið verri við einum afturat.

Konan er úr Kvívík, hon er yngsta systir navnframa Birgir Danielsen, sum var fiskasølustjóri í  mong ár. Tey eiga fýra børn, tvær gentir og tveir dreingir og elstabarnið, fyrstføddi sonurin fyllir 44 ár, nú meðan vit práta. Familjan er ríkað við átta barnabørnum. (Samrøðan varð gjørd í september 2015.)

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.