Skriva út

Nanna Jacobsen

Nanna Jacobsen
deknur
Skálavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Nanna hevur verið deknur í Skálavík í nøkur ár og henni hevur dámt væl arbeiðið í kirkjuni. Hon er ikki deknur longur. Nanna er fødd 9. februar 1981.

-Eg var fyrst deknur í tvey ár og síðan kom ein steðgur í. So fór eg aftur í kirkjuna og var deknur í trý ár. Hetta merkir, at eg havi verið deknur í fimm ár tilsamans. Mær dámdi stak væl at vera deknur, tað var gevandi og gott fyri meg. Eg var einsamallur deknur í Skálavík í tvey ár. Tað var ein plikt, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan, eg elskaði at vera deknur, sigur Nanna Jacobsen.

Nanna hevur stóra familju. Hon eigur sjey børn. Tvey eru vaksin, tveir tannáringar og trý smá.

-Eg búgvi í Skálavík og arbeiði í Veltuni á Sandi. Tað er gevandi arbeiði og kanska fer hetta tiltakið fer at venja føroyingar at dyrka grønmeti og eta meira grønmeti. Vit planta eisini til fólk at seta niður í urtagarðinum. Undirtøkan hevur verið góð og vit senda grønmeti og tað sum annars veksur í okkara virksemi til alt landið, sigur hon.

Hesa løtuna vit práta í Veltuni eti eg nýggjar tomatir og gularøtur, sum eru vaksnar á Sandi. Og smakkurin er nógv meira og nógv frískari enn tað vit annars keypa í handlunum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.