Skriva út

Monica Ziska Simonsen

Monica Ziska Simonsen
deknur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Monika hevur verið deknur í Hvannasunds kirkju í eina tíð. Hon hevur verið spurd fyrr, men segði nei, tí hon hevur havt ábyrgdina av sunnudagsskúlanum og tað fór við rættuliga nógvari tíð.  Nú eru tey fleiri, sum hava ábyrgdina av sunnudagsskúlanum og tí hevur Monica fingið betri stundur. Monica er fødd 11. juli í 1971.

-Eg segði ja, at vera deknur og mær dámar tað væl. Eg hug at royna. Eg lesi væl uppá og mær dámar at skifta millum teir mongu lestrarnar. Eg eri ættað úr Klaksvík og havi røtur í KFUM-K. Vit  buðu niðri, eg var undir útbúgving og tá íð vit fluttu heim aftur, fór eg undir sunnudagsskúlan. Hann helt tá til í gamla skúlanum og har hevði hann veriði í 50 ár. Tá vit fingu nýggja kirkjuhúsið í Hvannasundi, flutti sunnudagsskúlin inn har.

-Andslívið er áhugavert her hjá okkum. Kirkjan er í Hvannasundi og brøðurnir halda til á Oyruni ella í Norðdepli. Tey ganga inni hjá hvørjum øðrum. Men tey ungu bróta mørk og tá tey eru vorðin hálvvaksin ganga tey á møti hjá hvørjum øðrum, brøður og kirkjufólk saman, sigur Monica.

-Maður mín Tróndur Simonsen er ættaður úr Hvannasundi. Vit vóru niðri í 9 ár. Eg læs til sjúkrarøktarfrøðing. Nú eri eg deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi. Vit eiga tríggjar gentir, tríggjar tannáringar, sigur hon.

-Eg trívist allastaðni og eg havi hug at vera kirkjutænari og havi hug at ganga í kirkju, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.