Skriva út

Mikkjal Petur Kjerlok

Mikkjal Petur Kjerlok
klokkari
Hattarvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Mikkjal Petur er føddur 24. februar í 1937 og hann er ein fjórðingur av bygdafólkinum, sum er fastbúgvandi í Hattarvík. Hvørja ferð hann fer út í tún, er tað ein fjórðingur av bygdini, sum er á ferð. Sum gamal maður er Mikkjal Petur aftur í heimbygdini, ein tann minsta í landinum, men hann hevur verið víða, síðan hann var fermdur fyrst í fimtiárunum í farnu øld. Hann hevur verið við fiskiskipi í fyrstuni og síðan sum yvirmaður í handilsflotanum, har hann hevur ferðast kring allan heim. Hóast avbyrgdur landafrøðiliga í Hattarvík, er sýnið vítt og hann kann tosa við um øll viðurskiftir.

-Nú er langt í millum gudstænasturnar í kirkjuni, sum stendur tóm. Her er onki fólk eftir og tað bara minkar, sigur hann mest sum við seg sjálvan, meðan sólin stavar niður í túnið í Ùtistovu, her vit sita. Hann er granni við Útistovu og eftirnavnið Kjerlok er staðarnavn omanfyri okkum.

Mikkjal Petur fór til skips eins og aðrir dreingir og sigldi við føroyskum fiskiskipum til hann fór á skúla í Havn. Og eftir, at hann var vorðin stýrimaður fór hann aftur tvey ár við føroyskum línubátum. Og síðan skifti hann starvsleið og fór út at sigla í 1966 og kom kring allan heimin á brúnni í danska handilsflotanum.

Mikkjal Petur roknar seg ikki sum kirkjutænara.

-Eg havi ringt nakrar ferðir, tá boð hava verið eftir mær, men eg var so nógv burtur. Kirkjuverji havi eg verið í fleiri ár.

Mikkjal Petur eigur tveir dreingir og fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.