Skriva út

Michela Johansen

Michela Johansen
deknur
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Michala er á ferð heima og vitjar, tá ið eg hitti hana í Tvøroyrar kirkju ein illsligan morgun fyrst í desember. Hon býr ikki longur í Føroyum og er heima og heilsar upp á dóttrina og familju annars. Men Michala eigur mong sporini á Tvøroyri.

-Eg var deknur í Tvøroyrar kirkju, frá 2006 og fram til 2012, tá ið eg flutti til Danmarkar at búgva. Eg hevði sunnudagsskúlan fyrst og har var tað ein í kirkjuráðnum, Kristianna Strøm, sum hevði lagt merki til, hvussu eg læs søgur fyri børnum. Eg hevði lovað Harranum, at eg vildi gera tað, hann legði á meg. Eg varð spurd, um eg vildi gerast deknur og eg segði ja, sigur Michala Johansen.

-Eg eigi eina dóttir, sum var sjúk og hon vildi lesa til sosialráðgeva. Hon vildi hava, at eg kom niður við. Eg og sonurin fóru niður og maður mín siglir úr Esbjerg. Eftir at eg var komin niður, tók eg eina útbúgving sum sosial og sunnheitsassistentur og eg arbeiddi serliga við fólki, sum vóru illa fari av rúsdrekkamisnýtslu. Eg hevði ikki verið í skúla, síðan eg var 16, og nú var eg 56, men tað gekk fínt. Tað lá væl fyri.

Eg hopi, at eg kann arbeiða í nøkur ár afturat. Mær dámar væl arbeiðið og mær dámar væl at arbeiða við alkoholikarum, tí tað er ein trupulleiki, sum eg kenni innan úr mær sjálvum.

-Eg sakni tað andaliga lívið í Danmark. Vit búgva í Odensen. Eg eri gift við Árna Johansen, og vit eiga trý vaksin børn og fimm barnabørn.

-Eg vaskaði í 34 ár á Suðuroyar Sjúkrahúsi, áðrenn eg flutti niður.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.