Skriva út

Michael Johan Heinesen

Michael Johan Heinesen
organistur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Johan nevnir seg innføddan toftamann og fyri at verða innføddur toftamaður er treytin at bæði mamma tín og pápi tín eru av Toftum. Johan er føddur seinasta dag í árinum 1957 ella nýggjársaftan.

-Eg eri lærari í skúlanum á Toftum. Eg fór niður í 1980. Fór niður á háskúla og fyri at nema mær kunnleika um orgulspæl. Eg tók prógv sum PO organistur á musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn og havi verið skúlaður orguleikari leingi, sigur Michael Johan Heinesen.

-Eg var kórleiðari aftur á Toftum í 1981 og fór síðan niður aftur á læraraskúla. Eg havi danska konu. Í árunum 1997-99 var eg organistur fulla tið í Lind við Herning og flutti heim til Føroyar aftur í 1999 og havi verið her síðan. Í 2000 stovnaðu vit kirkjukórið, sum eg havi verið leiðari av síðan.

-Vit hava góðar umstøður at spæla her á Toftum. Góða kirkju og gott orgul, vit kunnu ikki klaga. Men lønarmessiga er organiststarvið vánaligt og hetta má broytast í framtíðini. Um tú skal koma við nýggjum tilfari, verður tú noyddur at venja minst tríggjar tímar um dagin.

-Tað eru avmarkingar í, at organistar ikki hava hetta starvið burtur av. Og eg veit ikki, um eg í dag hevði tikið av, um eg fekk bjóðað starvið burtur av, tí tað er eitt einsligt starv og eg eri eitt sosialt menniskja, mær dámar væl at vera saman við øðrum fólki í tí dagliga. Í skúlanum er tú umgyrdur av starvsfeløgum allan dagin. Meðan tú venur í kirkjuni er meira einsligt.  Kanska helvt um helvt lærari og organistur hevði riggað betri.

-Nýggja kirkjan varð tikin í nýtslu í 1994 og síðan tá hevur verið føst skipan við trimum organistum.

Michale Johan er giftur við Evu Heinesen úr Danmark. Tey eiga tvey vaksin børn. Petur er 28 ára gamal og Kristina 26 ára gomul.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.

(Samrøðan er gjørd í mai 2015).