Skriva út

Michael Dalbø

Michael Dalbø
klokkari
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Michael Dalbø er hálvur gøtumaður, uppvaksin í Svínáum og býr á Norðskála og hann hevur verið klokkari í Norðskála kirkju síðan 2020. Michael er føddur 27. februar í 1970.

-Eg var biðin til klokkara á vári í 2020. Hetta komst av, at Magnus Hansen gjørdist sjúkur og doyði og so manglaðu klokkarar. Hann hevði verið í tænastu leingi. Man kann ikki forvænta at onnur siga ja, tá ein sjálvur sigur nei. Kirkjan er ein stórur partur av eini bygdaeind. Eg hevði ikki hugsað, at eg fór at gerast kirkjutænari, men tað hendi so, sigur Michael Dalbø.

-Eg haldi, at ólønta kirkjutænastan hevur stóran týdning fyri føroysku kirkjurnar. Danska fólkakirkjan er um ein háls av løntum kirkjutænarum. Vit skulu halda fast við óløntu kirkjutænararunum, sigur hann.

-Mær dámar væl umhvørvið her í Sundalagnum og vildi, at míni børn skuldu vaksa upp her, tað var orsøkin til, at vit settu okkum niður á Norðskála. Kona mín, Dania Hentze er úr Havn. Vit eiga fýra børn og ongi barnabørn eru komin enn, sigur hann.

-Eg læri til timburmann á gamalsaldrinum. Og í Føroyum er nógv at gera nú hjá timburmonnum. Eg havi eitt langt CV, ella lívsrensl. Lívið er ein menning allan vegin. Og hetta verður kanska ikki tað seinasta eg finni uppá, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.