Skriva út

Michael (Calli) Mikkelsen

Michael (Calli) Mikkelsen
deknur
Miðvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Calli er sørvingur og konan Eydna er úr Miðvági og tey búgva í Miðvági. Calli er eisini deknur í Miðvágs kirkju. Hann er føddur 25. november 1957.

-Vit búðu í Havn í mong ár, ja heili 16 ár. Eg var á skipafelagnum og hon arbeiddi her vesturi. Hon átti eitt grundstykkið í Miðvági og vit keyptu eini gomul hús í Havn. Eg eri byggiverkfrøðingur.

-Einaferð umhugsaði eg at gevast sum deknur. Tað vóru onkrar orsøkir til tað. Eg hugsaði um hetta og tess meira eg hugsaði, tess færri argumentir hevði eg fyri at gevast. Og tí eri eg enn deknur.

-Tað fellur mær lætt at lesa. Vit hava nakrar fínar lestrarbøkur. Men fleiri eru ógvuliga gamlar. Eg skiljii ikki, at fleiri lestrar koma út. Prestar skriva eina nýggja prædiku um vikuna, har skuldi verið nokk at tikið av. Tað kann vera trupult at velja lestrar, vit áttu at havt fleiri nýmótans lestrar.

-Eg veit ikki framtiðina hjá kirkjuni. Eg haldi, at tendensurin er, at færri koma í kirkju. Men eg haldi, at nýggj ung fólk koma í okkara kirkju, so hvørt sum eldri fella frá. Hinvegin, tað sum hevur samansjóvað ungdómin í Vágunum allar mest, er uttan iva skúlin á Giljanesi, sigur Calli.

-Vit hava ein fínan ordning í kirkjuni við fimm deknum, tað vil siga at vit eru til arbeiðis í kirkjuni fimta hvørt ár, um vit høvdu eitt ár í part, men tað hava vit tó ikki.  Nú er ongantíð trupulleiki við avloysarum og øll duga at lesa í dag, sigur Calli.

-Eg og Eydna eiga tvey børn, gentu og drong. Frá fyrru giftu eigi eg fýra børn, eg sjokkstartaði sum 18 ára gamal. Og tað er vorðið til átta barnabørn.

Næstan sum eitt undantak her í Vágunum eigi eg ongan seyð, ein fæloysingur. Eg eri virkin í Sørvágs tónleikafelag, har eg blási í Euphonium, og fyri tey sum ikki vita, er hetta eitt av teimum stóru hornunum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.