Skriva út

Meinhard Hentze

Meinhard Hentze
deknur
Skúvoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Meinhard Hentze hevur verið deknur í Skúvoyar kirkju í eini 30 ár. Hann sigur, at eyguni hjá gamla dekni, Janus Jensen Uppi í Stovu vóru farin at bila. Hann hevði verið deknur í eina hálva øld og síðan tók Meinhard við. Meinard er føddur 1. juni 1941.

-Deknatænastan lá í bóndahúsunum Uppi í Stovu og tað hevur hon gjørt í óminniligar tíðir. Omma mín var hagani, og tí var tað ikki so langt frá mær. Eg havi sjálvur verið deknur í 36 ár.  sigur Meinhard Hentze.

-Syrgiligt er at síggja, hvussu nógv bygdin minkar. Vit eru ikki meira enn eini 20-22 fólk í dag. Undir krígnum vóru heilt óvanligar umstøður og tá vóru 196 fólk í Skúvoy, fólk kom aðrastaðni frá, av ótta fyri kríggsvandanum. Skúlin lat aftur fyri seks árum síðani. Hetta er vorðið til eina bygd uttan børn og tað er trist, sigur hann.

-Eg byrjaði at handla í 1975 og tá vóru 100 fólk í Skúvoy, sigur hann.

Meihard fór til skips og á skiparaskúla og hann fór út at sigla. Konuni, Jessie Mc Donald, møtti hann í Stornoway á Hebridunum. Hon flutti heim í 1971. Tey eiga fýra børn. Tey búgva í Havn og ein býr í Fuglafirði. Og børnini hava ríkað tey við 10 barnabørnum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.