Skriva út

Meinhard Bjartalíð

Meinhard Bjartalíð
organistur
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Árnafjørður er heimbygdin hjá Meinhard Bjartalíð, presti og organisti. Mamman er úr Glasstovuni í Árnafirði og pápin úr Innistovu í Klaksvík, og Meinhard var 18 ára gamal, áðrenn hann flutti úr Árnafirði.

Árnafjørður er nokk tann bygdin, sum hevur fostrað flest organistar í landinum. Hetta komst av, at lærarin Niklái var ein eldsál. Hann vildi hava børnini at læra at spæla orgul, og gularótin var, at um næmingarnir gjørdu sær nóg stóran ómak, so sluppu tey at spæla í kirkjuni. Hetta var góð motivatión, sigur Meinhard Bjartalíð. Sjálvur var hann um konfirmatiónsaldur, tá hann spældi fyrstu ferð til lestur í kirkjuni í heimbygd síni.

Vit høvdu eitt harmonium heima, og mamma lærdi meg at spæla eftir nótum hjá Oluf Ring. Tað var ein opinbering fyri meg at fáa eyga á tónamyndina og at spæla fýrstemt eftir nótabókini “Bielefeldt” við síni sterku og væl ljómandi harmonisering. Eg gekk eisini til orgulundurvísing í Musikskúlanum í Klaksvík og kom í Christianskirkjuna at venja, og har fekk organisturin Hjørleif Waag Høgnesen eyga á meg og bað meg avloysa seg.

-Eg var bitin av orgulspæli og var einans 17 ára gamal, tá eg hevði tikið PO –Præliminær Organisteksamen í Danmørk. Henda útbúgving tekur vanliga 2 ár, og eg brúkti fimm mánaðar.

Meinhard tók kanditatprógv á lærda háskúlanum í Aarhus í 1997 og var fyrst prestur í Ónagerði á Viðareiði, har hann mangan var prestur og organistur undir gudstænastunum í Fugloy.

Meinhard hevur verið virkin sum kórleiðari í mong ár. Hann hevur stjórnað Klaksvíkskórinum og Kór Glyvra kirkju, og hann hevur spælt orgul í nógvum kirkjum í landinum. Hetta komst av, at hann og Janus Mohr ferðaðust kring landið í áttatiárunum fyri at taka upp orgulkoralir og orgulstykkir í sambandi við morgunlesturin í útvarpinum.

Hann hevur onkuntíð spælt til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur í Kollafjarðar kirkju, Kvívíkar kirkju, Hvannasunds kirkju og Húsa kirkju.

Meinhard er giftur við Mariu, sum er ættað av Lygnnesi í Kollafirði. Tey eiga trý børn og eitt barnabarn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.