Skriva út

Meiken Poulsen Englund

Meiken Poulsen Englund
deknur
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Maiken Poulsen Englund var deknur í Havnar kirkju frá 1992 og fram til 2003. Hon býr í Ålandi og er gift við Leif Englund og tey eiga eina hálvvaksna dóttir. Maiken er fødd 8. mai í 1960.

-Tað var Per Jacobsen, táverandi kirkjuráðsformaður, sum ringdi og spurdi meg, um eg vildi vera deknur. Eg eri tann fyrsti kvinnuligi deknurin í Havnar kirkju í fastari tænastu. Tað eru nógvar kirkjuligar handlingar í Havnar kirkju, sum í dag hevur heitið Dómkirkjan. Men vit vóru væl mannaði og tí kendist uppgávan ikki so tung. Vit vóru fýra deknar. Eg kendi meg heima í tænastuni og samstundis hevði eg starv sum skrivari hjá kirkjuni og var sostatt á skrivstovuni og legði ætlanir, sigur Maiken Poulsen Englund.

Maiken er meinkunnig innan føroyska fyrisiting. Hon fór í starv hjá landsskrivstovuni í 1983 og hendan bleiv seinni skild sundur í løgtingsskrivstovuna og løgmansskrivstovuna. Maiken var eisini skrivari hjá løgmanni og minnist at serliga nógv høvdu tey at gera um ólavsøkuna, tá løgmansrøðan skuldi fáast frá hondini, tí hon hevði samskipan og rættlestur um hendi.

-Í 2002 møtti eg manninum, hann var á eini stevnu í Føroyum. Eg gav honum eitt visitkort og tað gjørdust vit. Tað var orsøkin til at eg endaliga flutti úr Føroyum. Vit búgva í Álandi og her eru tær flestu kirkjurnar frá miðøld. Eg eri sannførd um, at Kirkjubømúrurin átti at verið brúktur. Eg síggi her yviri, hvussu væl hesar kirkjur, sum eru javngamlar við múrin, rigga, sigur hon.

-Tá íð eg var deknur í Havnar kirkju var eg altíð í svørtum og hvítum klæðum, sama klædnakota sum prestur, tað er vanligt aðrastaðni. Tað skal vera ein ávísur stílur yvir hesum tignarliga arbeiðinum. Eg haldi ikki at deknar og klokkarar eiga at fáa løn í føroysku fólkakirkjuni, tað skal vera ein tænasta og ikki arbeiði. Øðrvísi er við prestum og organistum, tí teir hava tikið útbúgving, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.