Skriva út

Mary Sigurheim

Mary Sigurheim
deknur
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Tá ið man hevur vant seg við at vera deknur, er tað einki fyri.” Orðini eigur Mary Sigurheim, sum er deknur í Sandvíkar kirkju. Hon er í skrivandi stund einans 18 ára gomul, fødd tann 3. februar 1998.

-Tað er einki at vera bangin fyri. Í Sandvík eru tað altíð tey somu, sum eru í kirkju. Eg haldi, at tað var ein tilfeldigheit, sum gjørdi, at eg gjørdist deknur. Pápi var sjúkur, og eg avloysti hann, sigur Mary Sigurheim.

-Eg búgvi í Sandvík og gangi á 2. g í miðnámsskúlanum í Hovi. Mær dámar væl at ganga í skúla. Eg fari kanska at arbeiða eitt ár, eftir at eg eri liðug við miðnámsskúlan, og so fari eg niður. Eg veit ikki enn, hvørja útbúgving eg fari at velja. Men tað verður antin ein handilsútbúgving ella at hjálpa fólki.

-Eg trívist í Sandvík, men eg vendi ikki aftur her at búgva. Her er fínt at vera, men alt for friðarligt og onki fyri tey ungu. Eg haldi eisini, at tað er keðiligt, at ongin handil er. Framtíðin hjá teimum smáu plássunum í Suðuroy er ikki góð. Tað eru bara tey stóru plássini, sum hava framburð. Kanska hevði tað hjálpt, um vit einans høvdu tvær kommunur. Mótstøðan er for stór til at koyra oynna í eina kommunu.

-Tað er eisini keðiligt, at skúlin í Sandvík er niðurlagdur. Her var ein góður skúli, og eg haldi, at eg lærdi meira í Sandvík, enn eg gjørdi í Hvalbiar skúla. Vóni, at bygdafólkið fer at brúka skúlan nógv í framtíðini.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.