Skriva út

Marni Gaard

Marni Gaard
organistur
Oyndarfjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg spældi fyrstu ferð í kirkjuni í Oyndarfirði trettandakvøld 1977, eg minnist ikki heilt og eg spældi fast í kirkjuni, til vit fluttu niður í 1991.” Hetta sigur Marni Gaars, sum var organistur í Oyndarfjarðar kirkju sum ungur. Marni er føddur 15. januar í 1962.

-Vit skiftust annanhvønn sunnudag, Sigmund Rasmussen og eg, tá ið vit vóru heima. Eg hevði spælt áðrenn uttan at hava lært nótarnar rættuliga. Sigmund lærdi meg á einum gomlum traðkiorgulið. Síðan gekk eg ein vetur hjá Svend Petersen, sum var lærari á Strondum. Vit brúktu nótarnar hjá Oluf Ring og nótarnir komu spakuliga upp á pláss, sigur Marni Gaard.

-Eg gekk altíð í kirkju, heilt frá tí eg var smádrongur. Tá var langabbi mín, Andrias á Fløtti deknur og orgunvenjingin gekk fyri tað mesta fyri seg í kirkjuni.

-Vit fluttu niður í 1991. Børnini vóru somikið smá, at skuldu vit flyta og royna okkum úti í heimi, so var tað tá. Eg veit ikki, um vit ætlaðu at vera so leingi, men nú hava vit verið niðri í 25 ár. Synirnir eru føddir í Føroyum og dótturin í Danmark. Í hesum tíðarskeiðinum vóru vit á Sjómansheiminum í Sisimiut í Grønlandi frá 2005-2007. Vit lærdu nógv um okkum sjálvi og um hvønn annan árini í Grønlandi. Nú hava vit verið somikið leingi burtur, at vit vera helst verandi niðri.

-Kirkjan í Oyndarfirði hevur fingið nýggja urgu og er ongin organistur, spælir hon sjálv, tað er eitt stórt framstig, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.