Skriva út

Marnar Tjørnudal

Marnar Tjørnudal
klokkari
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Marnar Tjørnudal er ættaður úr Homrum í Kollafirði og hansara pláss í kirkjuni er Hamrastólurin. Hann er varaklokkari í Kollafjarðar kirkju og er avloysari hjá øllum deknunum og tað hevur hann verið seinastu mongu árini, antin høgtíðsdagar ella í ferium. Marnar er føddur 25 juni 1945.

-Eg eri heimamaður. Eg sigldi sum ungur, men tá ið konan átti elsta sonin, legðist eg heima. Eg havi hesa sjúkuna, sum verður kallað Morbis Bectrev og toldi illa rullið. Men eg havi arbeitt á landi og havi ongantíð verið arbeiðsleysur, sigur hann.

-Eg koyrdi í 35 ár hjá Mjólkavirki Búnaðarmanna, MBM. Tað var eitt gott arbeiðspláss og eg sakni enn Eirik Thorvaldsson, sum var stjóri hjá mær í so mong ár.

-Eg havi tænt kirkjuni frá barnsbeini. Abbi og pápi vóru virknir í kirkjuni og pápi læs eisini onkuntíð.

-Vit stava frá einum donskum presti úr Kvívik. Dóttir hansara giftist við einum bónda í Homrum. Og hjá okkum var missiónshúsið forgarðurin til kirkjuna. Í Kollafirði hevur kirkja og missiónshús hoyrt saman altíð. Kirkjufólkið gongur eisini á møti, um ikki øll. Í Gamla Testamenti vóru prestarnir í templinum, meðan fólki var í forgarðinum. Leikmaðurin skal vera í samsvar við halgidómin, tí møta vit upp til gudstænastuna, sigur hann.

-Nú eru árini komin og vit hava lagt inn, nú mugu tey ungu taka við.

-Eina tíð búðu vit í Tjørnuvík. Valborg, kona mín er ættað hagani. Tjørnudalur liggur millum Vík og Tjørnuvík og vit fingu okkum hetta eftirnavnið. Vit eiga tríggjar vælskaptar synir og eru signaði við fleiri barnabørnum. Yngsti sonur okkara var hermaður í Afghanistan. Tað var ein ring tíð fyri okkum, vit ræddust at telefonin skuldi ringja. Hann fekk eisini skaða av eini spreinging, men kom frá tí við livinum. (Samrøðan varð gjørd í september 2015.)

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.