Skriva út

Marianna Joensen

Marianna Joensen
organistur
Eiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Marianna Joensen er tilflytari á Eiði og hon hevur ættrøtur úr Kunoy. Hon hevur verið organistur í kirkjuni á Eiði í mong ár. Hon er fødd 16. apríl í 1953.

-Eg flutti til Eiðis í 1976 og hetta er eitt merkisár í samferðslusøguni her norðuri. Tá kom Norðskálatunnilin, og tí kendist tað ikki so fjarskotið at flyta til Eiðis. Og eg dugdi ikki at spæla orgul, tá ið eg kom til Eiðis, sum 23 ára gomul. Eg var 27 ár, tá eg byrjaði at læra meg at spæla og fleiri søgdu við meg, at eg var alt ov gomul til hetta. Eg eri av tónleikafamilju. Omma spældi í kirkjuni í Kunoy og tað gjørdi mamma eisini. Eg søkti mær hjálp. Eg gekk tveir vertar til orgulspæl á felagsskúlanum á Oyrabakka. Gunnar Joensen úr Hósvík var lærari tað fyrsta veturin og Hans Erland í Brekkunum næsta veturin.

-Eg flutti til Eiðis, tí eg hevði møtt manni mínum Jonhard av Eiði. Eg havi altíð trivist her. Hann doyði tíverri fyri trimum árum síðani. Vit fingu trý børn, sum øll búgva niðri.

-Eg byrjaði sjálvandi ikki at spæla í kirkjuni beinanvegin. Tað seks ár frá tí eg byrjaði at læra meg, til eg spældi fyrstu ferð. Hetta hendi Pálmasunnudag tann 23. mars í 1986. Eg føldi meg slett ikki til tað, men har var ongin organistur og Petur Simonsen, sum var deknur orkaði ikki at syngja fyri eisini og hann júkaði meg at spæla, til eg gav eftir, sigur Marianna Joensen.

-Hetta er ein gerningur, sum eg seti prís uppá og eg fyrireiki meg væl. Eg og Hans Erland hava skiftst í mong ár. Eg havi arbeitt á flakavirkið í mong ár, men so kom kreppan og eg fór at arbeiða innan heilsuverkið. Fyrst í røntgeni á landssjúkrahúsinum og síðan sum heilsuhjálpari á Mørkini í Streymnesi. Eg plagi eisini at spæla orgul á Mørkini og í Korndalsbýlinum á Eiði. Tað er stuttligt at spæla fyri teimum, tí tey duga so væl sálmarnar. Hóast vit hava skiftst um at spæla í kirkjuni, eru tað fáir sunnudagar eg havi havt heilt frí, tá íð eg ikki eigi tørn í kirkjuni. Tað hevur antin veirð arbeiði, ella havi eg spælt á ellisheimunum, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.