Skriva út

Maria Matras Torkildshøj

Maria Matras Torkildshøj
deknur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Maria er ein av teimum nýggju deknunum í Hósvíkar kirkju, sum hevur verið í starvi, síðan kirkjan varð umbygd. Hon roknar seg at vera hósviking um ein háls, var trý ára gomul, tá íð hon flutti bygdina, pápin, sum doyði ungur, var ættaður úr bygdini. Maria er fødd 4 mars 1978.

-Eg varð spurd, um eg vildi vera deknur og segði ja beinanvegin. Hevði eg verið spurd, tá íð eg var yngri, hevði eg sagt nei. Man torir betri, tá ið man er eldri. Annar av abbunum og ein av mínum langabbum vóru kirkjutænarar. Eg var rættuliga “nervøs” í fyrstuni og tað var serliga at halda skil á mannagongdunum. Tað er vorðið betri nú og eg eri altíð væl fyrireikað, sigur Maria Matras Torkildshøj.

-Tað er avgjørt grundarlag fyri kirkjuni í Hósvík, sum nýliga er umbygd. Hon er ikki fullsett vanligar sunnudagar, men til høgtíðir og til barnagudstænastur er nógv fólk í kirkju

Maria hevur útbúgvið seg sum vaksin, fór á HF, tá íð tað yngsta av fýra børnum var tvey ára gamalt. Meðan vit práta, sær hon fram til at taka prógv sum sjúkrarøktarfrøðingum um stutta tíð.

-Eg havi verið ógvuliga fegin um at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Hetta er eitt spennandi fak og eg síggi fram til at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur, sigur hon.

Maria Matras Torkildshøj er gift við Poul Nicláa Torkildshøj. Hann er føddur og uppvaksin í Havn. Tey eiga fýra børn, tríggjar gentir og ein drong.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”