Skriva út

Maria Hansen

Maria Hansen
ein trúgvur tænari
Gøtu kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Maria Hansen hevur verið ein partur av kirkjulívinum í Gøtu gjøgnum mong, mong Harrans ár. Hon er fødd á Nesi og dópsnavnið er Jóhanna Maria Sofía Hansen. Hon giftist eisini Hansen, og eftirnavnið hevur fylgt henni alt lívið.

Maria er ikki vanligur kirkjutænari, tað vil siga, at hon hevur ikki staðið á kórsgáttini og lisið lestur, hon hevur heldur ikki verið í torninum og ringt og hon hevur heldur ikki sitið við urguna. Men hon hevur verið ein partur av øðrum tænastum í rættuliga mong ár, og tað er hetta strevið, sum hevur brent seg ínn í tilvitskuna hjá gøtufólki og sum hevur knýtt Mariu til kirkjuna, sum fyrsti tankin.
-Eg átti bæði ommu og abba í Syðrugøtu og var tí nógv í Gøtu sum barn og ung. Tey vóru Jóhanna Maria og Joen Simun í Pállstovu. Tað var eisini her eg møtti manninum, Andrias Hansen. Vit fingu tveir dreingir og eina dóttir.

-Síðan 1972 hevði eg gomlu kirkjuna. Eg helt altarið og vaskaði upp eftir altargongd. . Í gomlu kirkju vóru 75 bikør. Alt var tikið til hús at vaska. Eg vaskaði eisini altardúkin til jólar. Jólatræið bíðaðu vit sum longst við at pynta, tí man visti aldrin um ein jarðarferð kom. Kórið var so lítið í gomlu kirkju, tað pláss var ikki fyri jólatrænum og at venda kistuni inni í kór. Kistan skuldi inn at venda, tað var fastur og óbroytiligur siður. Nú er gamla kistan vorðin eitt museum og elsti sonurin hjá mær, Árant gongur og vísir hana og gomlu húsini kring hana fyri vitjandi. Siðvenjan, um at vit eru knýtt at kirkjuni sum tænarar heldur fram.

-Tað var Palli Jarnskor, sum var formaður í kirkjuráðnum, sum heitti á meg um at yvirtaka og at halda kirkjuna reina og hugnaliga. Eg var i hesum starvi í 37 ár og segði tað frá mær í 2009. Hetta var alt ólønt arbeiði.