Skriva út

Maria Gregersen

Maria Gregersen
altartænari
Gøtu kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Maria Hansen úr Norðagøtu hevur verið altartænari í Gøtu í eitt mannaminni. Hon var altartænari í báðum kirkjunum eitt skiftið. Tá íð hon legði frá sær, var farið at leita eftir nýggjum altartænarum. Valið fall á systrarnar Mariu og Jónvu Gregersen og tær eru saman um hesa tænastu í dag. Maria Gregersen er fødd 9. oktober 1959.

-Vit systrarnar byrjaðu hesa tænastu í 2009. Vit vóru bidnar. Nú orkaði Maria Hansen ikki meira og mín høvuðsuppgáva er at passa altarið. Leygarkvøld undan gudstænastuni sunnudag fara vit í kirkjuna at vita, um alt er í lagi. Vit rudda eisini eftir altargongd og so hugsa vit í vikuni um blómur, um tað er nakað serligt á skránni í kirkjuni. Vit skulu eisini hugsa um lappar til barnadóp og serviettar til altarborðið, sigur Maria Gregersen.

-Eg eri kirkjufólk burtur av og hendan tænastan er nakað, mær dámar at gera. Um eg havi heilsuna, verið eg líka leingi í tænastuni sum Maria. Tað er eisini gott, at systir mín er við, vit báðar arbeiða ógvuliga væl saman, sigur hon.

Maria er gift við Jostein Petersen. Tey eiga tveir dreingir og tvær ommudøtur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.