Skriva út

Manni Mortanson

Manni Mortanson
organistur
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Manni Mortanson er í løtuni, í 2017, 17 ára gamal og hann hevur verið organistur í Sandvíkar kirkju. Hann býr í Leirum í Hvalba, har pápin Jens Mortan Mortensen er prestur og mamman er Nita Næs og hon er uppvaksin í Nesi í Hvalba.

-Eg havi spælt orgul og klaver, og eg havi spælt so langt aftur, sum eg kann minnast. Eg spæli ikki akkurát nú, hugurin er ikki til tað akkurát nú. Eg eri í dag mest urguleikari og tað er ein løgin kensla at sita og spæla í eini kirkju, tá ið fólk eru inni. Eg byrjaði at spæla orgul, tá ið eg var 13. Babba, sum sjálvur er útbúgvin organistur, vildi hava okkum at spæla. Og í fyrstuni gjørdi eg tað mest fyri hansara skuld. Meg eg havi síðan uppliva gleðina við at spæla, tað er ikki nakað eg skal tvinga meg til longur, sigur Manni Mortanson.

-Musikkskúlin var í skúlanum og eg spældi eisini trombone og í okkara heimi er nógvur tónleikur. Mær dámar væl klassiskt, men kundi ikki funnið uppá at keypt eina bilett til eitt nú nýggjárskonsertina. Mær dámar væl stillan tónleik, country og eisini gamlan føroyskan tónleik, Kára P, Tey av Kamarinum og Frændur. Og tað er deiligt at sita i kirkjuni sum áhoyrari og hoyra eitt lag, sum eg dugi. Eg síggi nótarnar fyri mær í høvdinum.

-Eg havi planir um at gerast elektrikari og eg rokni við at tónleikurin framhaldandi fer at fylla nógv. Eg kundi ikki hugsað mær eitt heim, har onki instrument var. Eg fari á SIT í august. Hóast eitt sindur troyttur av orgulspæli akkurát nú, rokni eg við, at eg komi aftur í kirjuna at spæla, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.