Skriva út

Mannbjørn Holm

Mannbjørn Holm
klokkari
Hvalbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Mannbjørn hevur verið klokkari í Hvalbiar kirkju seinastu fýra árini síðan 2017. Mannbjørn er føddur 16. juni 1956.

-Eg haldi, at tað mestsum av tilvild, at eg gjørdist klokkari. Eg arbeiddi saman við Johan Sørin Berg, sum var klokkari í kirkjuni. Kona hansara Bergfríð Berg var deknur. Vit arbeiddu saman í kommununi og tað var nokk tí, at eg kom uppá tal, sigur Mannbjørn Holm.

-Eg havi verið í bankaverðini í 37 ár. Men knappliga í 2013 varð eg uppsagdur vegna umleggingar. Deilir blivu niðurlagdar og starvsfólkatalið minkaði. Hetta var ein smeitur. Eg havi verið aftur í bankanum eitt stutt skiftið, men ringt var at koma inn aftur, nú havi eg fingið smakkin fyri lívinum uttanfyri bankan. Bankalívið er ógvuliga strongt í mun til at arbeiða kommunuarbeiði, sum er fyri tað mesta úti. Í 2015 varð eg biðin um at koma og arbeiða hjá kommununi í Hvalba. Mær dámar væl at arbeiða hjá kommununi, tað er ógvuliga skiftandi arbeiði og avbjóðandi arbeiði, sigur hann.

Eg hevði annars ætla mær at givist í bankanum, tá ið eg fylti 60, men eg ivist í dag, um eg hevði fingið tað í lag, eg hevði sikkurt verið hangandi, sigur hann.

Konan eitur Kristin Maria Berg og hon stendur fyri Bakkhúshandlinum í Hvalba, sum tey eiga og reka. Tey eiga eina dóttir og tveir synir og seks barnabørn.

-Tað er fjølbroytt arbeiði í kommununi. Eg eri eisini gravari. Tað er djúpt at grava og vit grava við maskinu. Har er reint, ikki ein steinur í. Hvalbingar hava ein sið í kirkjugarðinum, sum eg ikki havi hoyrt um aðrastaðni. Flagið verður lagt niðast í grøvina, so hon er turr og nosslig til kistuna. Kirkjugarðurin er turrur, so hvalbingar liggja turt og gott.

-Eg eigi átta seyðir í Grímsfjalli og hálvan gyllin í Lítlu Dímun. Eg vaks upp hjá pápasystir míni, sum var einkja, sigur Mannbjørn Holm.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.