Skriva út

Mamy Dahl Sørensen

Mamy Dahl Sørensen
klokkari
Viðareiðis kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Mamy hevur verið sjónlig í kirkjuni á Viðareiði, síðan hon dugdi at ganga og tað kemst serliga av, at mamman spældi urgu í kirkjuni og har var einki annað at gera enn at fara við sunnudagar. Seinni fór hon eisini at gera tænastu í kirkjuni sum klokkari. Mamy er fødd 21 juli 1964.

-Eg ringdi fyrstu ferð 12 mai 1984, tá avloysti eg Alla Viderø. Men hann gjørdist sjúkur og doyði longu sama ár og síðan var eg fastur klokkari. Eg var klokkari fram til november 1998. Eg var klokkari í fleiri ár og gavst, tá íð eg fór niður at lesa. Eg fór niður at læra heilsurøkt, sigur Mamy Dahl Sørensen, sum býr í Havn.

-Eg eri gift við Hákun Súna Egilsnes. Vit giftust 6 september 2008 og 3 januar 2010 fingu vit eina dóttir. Tá var eg 45 ára gomul og maðurin 48 ára gamal. Vit byrjaðu seint og dótturin gongur í skúla í Hoyvík.

Mamy er ikki bangin fyri nýggjum avbjóðingum og nú er hon byrjaði í nýggjum starvi, har hon fer at arbeiða á einum heimi fyri heimleys á Gloria í Klaksvík. Men maðurin er heima heltina av árinum, so hetta fer at ganga, hóast hon býr í Havn og arbeiðið er í Klaksvík.

Mamy kennir Føroya land betri enn tey flestu. Hon hevur arbeitt í samfull níggju ár sum landmátari hjá Matriklustovuni og so hevur hon eisini roynt seg sum lærara. Hon var í tvey ár lærari á Húsum í Kalsoynni.