Skriva út

Maja Schrøder

Maja Schrøder
deknur
Hvalba

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Maja er fødd á skúlaloftinum í skúlanum í Nesi í Hvalba, har læraraíbúðin var. Hetta hendi tann 19. november í 1951. Og hon var biðin til dekn av fyrsta kvinnuliga prestinum í Føroyum, Elsu Funding og hetta hendi í 1984 og hon hevur eisini sitið i kirkjuráðnum.

-Eg pensioneraðist sum 60 ára gomul og tá segði eg øll álitisstørv frá mær. Eg skiftist við Mortan á Hólalagnum at vera deknur, sum hevði verið deknur í eitt mannaminni og eg var millum fyrstu kvinnurnar í landinum, sum stóð og læs á kórsgáttini.

-Deknauppgávar er ikki bara at skipa fyri gudstænastu, tá prestur er aðrastaðni. Deknurin tekur eisini móti líkið. Vanligur siður her í Hvalba er, at deknurin biðir “Faðir vár”, tá ið kistan er komin í kirkjuna og síðan syngja vit “Nú dagurin at enda er”, sigur Maja Schrøder.

-Og uppgávan hjá deknunum í Hvalba hevur verið størri enn nógvar aðrastaðir, tí vit hava ofta havt prestaloysi í drúgva tíð. Eisini hevur deknastarvið ført meg til felagsarbeiði. Eg havi verið í nevndini fyri Felagið fyri krikjuráðslimir.

-Eg havi verið lærari í 37 ár og øll árini í Hvalba. Eg gekk á læraraskúla í Emdrupborg í Keypmannahavn. Fyrst fór eg í real á Tvøroyri og síðan í Hoydalar.

-Mær dámdi væl at vera deknur. Tað var sigandi fyri meg og eg kendi meg styrktan aftan á hvørja gudstænastu.

Maður mín eitur Evald Holm og er úr Bakkahúsi í Hvalba. Hann er sjómaður. Vit fingu tvey børn, ein son og eina dóttir. Sonurin býr í London og har plaga vita at vitja einaferð um árið. Dótturin býr í Havn og tað er gott at koma til høvuðsstaðin onkuntíð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.