Skriva út

Magnus Hansen

Magnus Hansen
klokkari
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Magnus Hansen hevur verið klokkari í Norðskála kirkju í 20 ár. Hann doyði av krabbameini í 2020 og hendan samrøðan er gjørd í 2014. Magnus Hansen er føddur 29. mai í 1950.

-Tað var ikki ein dreymur, ið gekk út, at eg skuldi gerast kirkjutænari. Eg hevði als ikki hugsað um tað, fyrr enn eg varð spurdur. Men hinvegin, eg havi altíð verið saman við kirkjutænarum. Eg eri ættaður úr Tøvuni og har hava altíð verið klokkarar. Abbi mín var tann fyrsti klokkari í Norðskála kirkju og maðurin hjá fastur míni var eisini í nógv ár. Pápi var eitt skifti eisini og nú havi eg verið í 20 ár og tað hava aðrir verið í millum, sigur Magnus Hansen.

-Eg varð spurdur og eftir at hava hugsað meg um í eina viku, segði eg ja. Eg hugsaði mest um eg var egnaður. Tað sum serliga gjørdi, at eg tók av, var at tað vóru vanir klokkarar frammanundan. Hetta er ein tænasta fyri kirkjuliðið og eg havi einki í móti at veita hesa tænastu, sigur hann.

-Eg eri nóg pálítiligur til at møta upp, tí sigi eg ja, eg eri villingur at leggja alt til síðis og klokkarastarvið kemur í fyrstu rekkju. Mær dámar væl at gera eina tænastu fyri onnur.

-Eg kenni meg eisini ógvuliga tryggan í kirkjuni og eisini at vera púra einsamallur í henni. Hetta er í mínum eygum Guds hús og tað er júst har frá tryggleikin kemur. Eg haldi ikki, at eg eri einsamallur í kirkju. Gud er við mær, eisini her. Alt er lagt í Harrans hendur og tað gevur ein serligan ró og frið. Eg ætli mær í hvussu er at vera klokkari í nøkur ár aftur at, um Gud vil, sigur hann.

Magnus arbeiðir hjá Vónini her á staðnum og í frítíðini hevur hann nokk at takast við. Hann hevur kríatúr, seyð og gæs og so hevur hann eisini bát.

-Tað er góð reyðfiskaleið báðu megin Streymin um heystið. Ein nýtist ikki at keða seg her á Norðskála og eg haldi meg við fisk, sigur hann.

Magnus fór suður á Oyrabakka at finna sær konu. Hon eitur Tóra og tey eiga trý børn, tvær døtur og ein son.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.