Skriva út

Magni Garðalíð

Magni Garðalíð
tænari
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Húsa kirkjan er ein stórur felagsskapur, sum so at siga øll bygdin stendur saman um. Magni er ein tilflytari og kona hansara Hannebet er deknur og systir hennara eisini. Kirkjan er sum fastgrógvin inn í tey flestu húsini á Húsum.

-Eg havi hjálpt til við at pynta til jólar, syrgt fyri jólatræi og øðrum og so havi eg havi við kirkjuna at gera sum borgarstjóri, áðrenn samanleggingina við Klaksvíkar kommunu. Her hevur verið nógv felagsarbeiði kring kirkjuna. Eitt nú hava øll konufólkini í bygdini verið við til at brodera massuakulin, sigur Magni Garðalíð.

-Eg hav eisini spælt guitar, tá íð vit hava havt barnagudstænastur, sigur hann.

-Tað snýr seg um at vera trúgvur, har ein er. Eg varð doyptur pins í 1983 og nú eri eg aftur í kirkjuni. Eg flutti til Húsar í 2001 og vit giftust í 2001. Eg eri uppvaksin í Vestmanna. Á Húsum er gott at vera og eg eri væl móttikin í bygdini.

-Eg havi sitið tvey skeið um borgarstjóri og tað var eitt spennandi arbeiði. Áðrenn samanleggingina brúktu vit pengarnar, sum kommunan átti upp á trivnað, nýggjan vatnbrunn og annað til gags fyri borgararnar.

Magni og Hannebeth hava bæði verið gift fyrr og eiga hvør sítt barn frá teimum hjúnarløgunum. Saman eiga tey einki. Og tey eiga sjey barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.