Skriva út

Louis Houman

Louis Houman
klokkari
Oyndarfjarðar kirkja
Annan hvønn mána er tað Louis Houman, sum vekir oyndfirðingar sunnumorgnar klokkan tíggju við kirkjuklokkuni, um kom upp at hanga í 1947. Tey fæstu vita tað, men á klokkuni stendur: “Harrin kallar, sálir allar, heim til hallar.” Klangurin í klokkuni kann ikki endurgevast í stavum, hann skal hoyrast, og tað er uppgávan hjá klokkaranum at fáa klokkuna at senda sítt máttmiklu og eitt sindur sorgblíðu kallan út um geilar. Hon hoyrist heilt út á Hellurnar.

Tað var Eivind Petersen, keypmaður, sum bað meg. Hann hevði tá verið klokkari í eitt mannaminni og hetta er eitt heilagt starv. Fyrr var mann kirkjutænari fyri lívið. Man er rødd Harrans, man ger, at fólk koma saman. Eg ringi fyri at kalla fylgið saman, sigur Louis Houman, sum hevur skaldsligan íblástur í genunum.  Houmann, er øgiliga danskt ella europeiskt, men tað stavar frá langabbanum,  ein dani, sum flutti til Havnar fyri mongum árum síðani.  Sjálvur er Louis ættaður úr Garðshorni, har sjálvur Magnus Heinason sleit barnaskógvarnar og hann er eisini ættaður av Grundlendi í bygdini og var bóndi í mong ár. Nú er hann røktingarmaður í Ognhaganum og hirðastarvið fylgir honum.

Tað er munur á at sita inni í kóri og at sita uttari í kirkjuni. Kórið er heilagt og eg havi hoyrt, at Jógvan undir Garði ella Garðibóndin, sum var klokkari í mong Harrans ár ongantíð fór inn í altarringin. Har hoyrdi prestur heima.

Mær vitandi hevur ongin undan mær verið kirkjutænari úr Garðshorni, men av Grundlendisslektini hava fleiri verið og av Grundlendi eisini inn í Tart. Eitt nú var abbi mín Høgni á Grundlendi deknur í mong ár.  Tá íð eg tók við sum klokkari, komu systrarnar úr Ansastovu, Kristina og Mia og lýddu mær í oyra, at tað var gott, at slektin úr Tarti aftur var at síggja inni í kórinum.

Starvið er áhugavert. Eg ringi á loftinum og biðisløgini og kimingin gongur fyri seg í torninum. Eg kimi eftir gehør og tað er ein rútma í biðusløgunum. Ímillum tey fyrsti trý telji eg upp í fimm í millum hvørt slagið. Í miðjuni upp til seks, telji eg upp í tíggju, her er eitt sindur longur millum sløgini og tey seinastu verður talt á sama hátt sum tey fyrstu upp í fimm millum hvørt slagið. Alt eftir ættini og um illveður er, koyri eg lúkurnar aftur í torninum. Um hann er sunnan og regn, tá má eg lata aftur, tí annars fýsur niður í pípurnar á orgulinum og tær eru hásar til blásarin hevur blást tær turrar, sigur Lois Houmann.