Skriva út

Lillian Olsen

Lillian Olsen
tænari
Hvalbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Lillian Olsen hevur leiklutin hjá Martu í halgubók í kirkjuni í Hvalba. Hon syrgir fyri, at kirkjufólki fær heitt at drekka og gott at eta nakrar ferðir um árið og hetta ger hon saman við Ingun V. Poulsen. Starvið tær báðar hava í kirkjuni hevur einki heiti, men tær syrgja fyri, at nakað er at njóta, tá íð kirkjukaffi er. Hetta er nýggjur siður í Hvalbiar kirkju og hevur verið seinastu trý árini og undirtøkan er góð millum kirkjufólkini.

-Hendan tænastan byrjaði við at nýggjur prestur, Jens Mortan Mortensen kom í Leirar. Eg haldi, at fólk dáma hetta væl. Í fyrstu kókaðu vit kaffi heima, og tóku við í kirkjuna. Men nú hava vit riggað okkum betri. Nú hava vit fingið eina kaffimaskinu og vit hava eisini fingið eitt borð, sum verður sett upp,tá íð kirkjukaffi er og har seta vit matin, sum fólk kunnu fáa sær, áðrenn tey seta seg aftur í kirkjustólarnar at njóta, sigur Lillian Olsen, sum er fødd 7. desember 1964.

-Vit mangla faktisk eitt kirkjuhús, har vit kunnu savnast eftir gudstænastuna. Vit hava tosað um, at fáa betri umstøður. Tað ber ikki til at hava køk í kirkjuni og tí verður neyðugt við einum húsum nærhendis og sjálvandi má hetta húsið ikki misprýða kirkjuna.

-Eg eri ættað úr Geilin í Hvalba og havi altíð búð í bygdini. Maður mín Tommy er eisini úr Hvalba. Vit eiga fýra børn, tveir synir og tvær døtur og eg eri ikki blivin omma enn.

-Eg havi arbeitt á flakavirki í mong ár og síðan vaskaði eg í skúlanum í 18 ár og fór aftur á flakavirkið. Lívið er ikki so galið, vit mugu ansa eftir ikki at grenja um smálutir. Eg haldi, at man skal vera væl tilfreds, um man kann vera til arbeiðis, hóast tað er tungt viðhvørt.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.