Skriva út

Leivur Højgaard

Leivur Højgaard
deknur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eitt eyðkenni fyri rituvíkingin Leivur Hansen, sum alt sítt vaksna lív hevur búð í Saltangará, er trúfesti. Til jólar hevur hann í 25 ár verið deknur í Glyvra kirkju. Hann hevur verið røktingarmaður á Mjóvanesi í 30 ár og í bankaheiminum í 48 ár.

-Eg eri uppvaksin í deknaumhvørvi. Frá lítlum havi eg liva í tí, pápi var deknur í Rituvíkar kirkju. Hann læs hart upp á so tað rungaði í húsinum og hann sang eisini, tí ofta var hann noyddur at syngja fyri, tá ongin organistur var í kirkjuni. Fyri meg hevur kirkjan altíð verið tað berandi og eg síggi, at hon er livandi og at fólk leggjast til. Jólaaftan er kirkjan vanliga full og har eru nógv nýggj andlit at síggja og tey eru ávegis í kirkjuna. Kirkjan er fyri øll altíð, hon er ein fólkakirkja í orðsins rætta týdningi, sigur Leivur Højgaard.

-Eg havi nú verið deknur í 25 ár og hvussu leingi eg verið aftur at, veit eg ikki. Eg havi ikki ætlanir um at halda fram í allar ævir, men so leingi orka er. Og tann dagin eg verið tungur at lurta eftir, tann dagin vóni eg, at fólk siga mær frá, sigur hann.

Leivur hevur sitið í Føroya Banka, nú Banknordik í 48 ár hann hevur sitið á fyrstu parkett og verið vitnið til tøkniligu menningina, sum er heilt óskiljandi, síggja vit munin millum í dag og fyri 48 árum síðan.

-Tá eg byrjaði sum 17 ára gamal sótu vit og bókaðu og roknaðu rentur. Alt hetta var gjørt við hond. Í dag gera teldur arbeiðið og bankaarbeiðið kann slett ikki samanberast við, tá ið eg byrjaði, sigur hann.

Og tað er neyvan nakar núlivandi føroyingur, sum hevur verið so ofta úti á Mjóvanesi sum Leivur.

-Eg man hava verið einar 500 ferðir. Eg byrjaði sum røktingarmaður í Lamba í 1986 og hetta hevur verið eitt spennandi arbeiði. Í dag er góður seyður og vælsmakkandi kjøt. Tá eg byrjaði var alt vargur og tað var eitt øgiligt knoss og fleiri ár gingu, áðrenn vit fingu rakstur á seyðin.  Nú er allur seyðurin spakur og tað er eitt spæl at reka.

Leivur er giftur við Estrid úr Rituvík, tey eiga fýra børn, tvey av hvørjum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”