Skriva út

Leivur Christiansen

Leivur Christiansen
klokkari
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Leivur Christiansen er ættaður av Kirkju og býr í Miðvági. Sum ungur var hann klokkari í kirkjuni á Kirkju. Beiggi hansara, Jóannes Christiansen var klokkari, men hann giftist í 1974 og flutti til Sandavágs og tá var klokkarastarvið tómt og Leivur tók við. Leivur er føddur tann 10. oktober 1963.

-Vit plagdu at hjálpa Jákup Poulsen, sum var klokkari, tá eg var smádrongur. Vit hjálptu mest um høgttíðinar, tá tað bleiv ringt og kima jóla,- páska, og hvítusunnu-aftan. Tá eg var liðgur í fólkaskúlanum, fór eg at arbeiða í vegagerðini, sum tá var ímillum bygdirnar, sigur Leivur Christiansen, klokkari.

-Eg fór til skips fyrstu ferð í 1980 við rækjutrolarinum Leiki úr Havn, og tá ringdi eg einans, tá íð eg var heima. Mamma og pápi plagdu at ringja, meðan eg var burtur. Í mínum barnaheimi, hevði kirkjan eitt stórt pláss, tí pápi var deknur í umleið 39 ár. Eftir siglingstíðina, við bæði fiski- og farmaskipið fór eg á skúla og tók skipsføraraprógv, hetta var í árunum 1985-1988. Eftir skúlan fór eg við einum partrolara í Klaksvík, har var eg stutt og síðan fór eg umborð á rækjutrolaran “Ocean Castle” av Skála. Har var eg við sum stýrimaður tey næstu tíggju árini fram til aldarskiftið, sigur hann

-Næstu 11 árini var eg við strandfaraskipum. Eg byrjaði sum avloysari í 2001 og skifti so millum skipini. Í 2004 var eg skipara víð Súluni í Mykinessigling. Síðan gekk leiðin umborð á Teistan. Eg var við Teisanum til august 2011 tá eg valdi at fara í annað starv. Seinastu fimm árini av hesum tíðarskeiði sigldi eg sum skipari á Teistanum millum Gomlurætt og Skopun. Tað var eitt áhugavert tíðarskeið at sigla við Strandferðsluni, tú gerst kendur á leiðum, tú siglir dagliga, sigur hann.

-Konan Conny er ættað av Kirkju, men uppvaksin í Miðvági, mamma hennara er av Kirkju. Vit møttust á Kirkju. Vit eiga tvey børn, drong og gentu og einki barnabarn enn. Sonurin býr í Klaksvík og dótturin í Søldarfirði. Nú sigli eg hjá Navigare Shipping, sum fyrr kallaðist Frakt og Sand. Her byrjaði eg í 29 aug. 2011, og í løtuni eri er skipari á Hav Vestlandiu.

-Eg royni at vera ,á Kirkju so ofta eg kann, um summarið og eisini um heysti. Beiggjar mínir eiga seyð og eg plagi at vera og hjálpa til tá tað liggur fyri. Tað er nógv forandrað ,á Kirkju síðan eg var smádrongur, og nú er ikki so nógv fólk eftir á Kirkju, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.