Skriva út

Kristvør Joensen

Kristvør Joensen
deknur
Gøta

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kristvør hevur í mong ár verið sunnudagsskúlalærari og hon kendi á sær, at hon fór at vera biðin til dekn. Kristvør er fødd 17. november 1968.

-Eg hevði tað upp á fornemmilsi og fyri tveimum árum síðani varð eg spurd, um eg vildi vera deknur. Eg var bilsin ella ikki endiliga kløkk, men eitt sindur undarliga við. Eg haldi, at tað at pápi doyði, tá íð eg var 20 ára gomul, gjørdi nakað við meg andaliga. Lívið gevur nógv. Man fer niður í dalar og kemur uppaftur. Og í hesum kemur takksemi sum fær meg at vilja geva nakað aftur til Gud. Gud er við allatíðina, sigur Kristvør Joensen.

-Tað er ein stór uppgáva at vera deknur, ein alvorlig uppgáva. Tað er alvorligt at boða nakað og at standa inni fyri tí ein boðar. Eg haldi, at tað eigur at síggjast á okkum, at vit eru trúgvandi, sigur hon.

-Hjá okkum deknum er munur á um prestur er ella ikki. Tá prestur er, hvíli eg meira. Í deknagudstænastuni er tað deknurin sum skal leiða kirkjufólkið. Eg fyrireiki meg væl fleiri dagar frammanundan. At vera nærverandi hevur týdning og at sýna vinarligheit heldur enn orð, sigur hon.

Kristvør er gift við Tórhalli Joensen. Tey búgva í Norðagøtu og eiga trý børn. Kristvør er námsfrøðingur og starvast í barnagarðinum Gjáa í Gøtu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.