Skriva út

Kristoffur Olsen

Kristoffur Olsen
organistur
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kristoffur er árnfirðingur og býr í Klaksvík. Men hann stuðlar framvegis kirkjuni í Árnafirði og spælir orgul av og á. Kristoffur er føddur 6. januar 1957.

-Eg havi havt tilknýti til kirkjuna alt lívið. Pápi mín var formaður í kirkjuráðnum í Árnafirði og tí fylti kirkjan og tað kring hana nógv heima hjá okkum. Sjálvur havi eg sitið í kirkjuráðnum í Klaksvík, sigur Kristoffur Olsen.

-Beiggi mín, Teodor Olsen, er organistur í Árnafirði og eg plagi at avloysa hann. Eg byrjaði at spæla orgul sum 14 ára gamal. Pápi bað meg fara at spæla. Eg spæli desverri ikki eftir nótum og tað kann verða torført, um sálmarnir eru ringir, sigur hann.

-Eg arbeiddi sum kommunumaður í mong ár. Maskinførari, kloakarbeiði og mangt annað. Mær dámdi ómetaliga væl hetta arbeiðið. Eg var ófaklærdur. Eg var 50 ára gamal og kendi meg troyttan og fór til lækna. Livratalið var ov høgt, hóast eg eri avhaldsmaður. Her mátti ein umskúling til. Við 25 ára praktiskum royndum slapp eg inn til byggiteknikara, hetta var í árunum 2007-2009. Síðan søkti eg inn til byggifrøðing i Horsens í 2009 og var liðugur í 2011. Nú eri eg á kontórinum hjá kommununi og havi vegdeildina og spillivatn undir mær. Hetta er alt innan sama reiðarí og eg kenni til hetta frá báðum síðum, sum ófaklærdur úti í kommununi og nú á skrivstovu.

Kristoffur er giftur við Jóhannu Gudjónsdóttir Vest. Tey eiga fýra børn, tríggjar døtur og ein son. Tey eiga sjey barnabørn, trý komu tað eina árið.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.