Skriva út

Kristin Joensen

Kristin Joensen
klokkari
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kristin er kvívíkingur og hevur búð í Kollafirði í mong ár. Konan er úr bygdini. Hann hevur eisini verið kirkjutænari og hevur havt mangar løtur í kirkjutorninum. Hann var klokkari í eini tíggju ár fram til 1998, tá ið hann fór av landinum at arbeiða. Kristin er føddur tann 22. september 1956.

-Eg fór niður uttanlands at arbeiða. Var í Norra og Danmark í fleiri ár. Eg eri timburmaður. Eg eri heima aftur nú og enn hava ikki verið boð eftir mær úr torninum. Eg fáist við húsabygging og tað er so nógv arbeiði, at eg veit ikki, um eg hevði sagt ja,  um eg var biðin aftur. Tá man hevur verið deknur í 10 ár, tá hevur mann eisini líkasum gjørt sina skyldu, sigur Kristin Joensen.

-Annars fall tað mær heilt natúrligt at vera klokkari. Tá ið eg varð biðin, hugsaði eg, hví ikki? Eg var vanur at ganga í kirkju frá tí eg var smádrongur. Pápi mín Lago í Kvívík var deknur í Kvívíkar kirkju í eini 15-20 ár. Pápi kallaðist Lagu, tí hann sum smádrongur dugdi ikki ordliga at siga Jákup, tað ljóðaði sum Lago og hann tók navnið til sín og skrivaði seg Lago sum vaksin. Tað var Niklas sum ringdi til mín og fyri meg var tað eitt natúrligt arbeiði.

-Eg fór at læra til timburmann sum 15 ára gamal í Havn. Hetta var hjá Danberg og Sørensen og eg havi verið timburmaður síðani.

Kristin er giftur við Fríðbjørg Joensen og eiga trý børn, tvær gentir og ein drong.

-Konan vildi búgva í Kollafirði og eg arbeiddi allatíðina, fyri meg kundi tað gera tað sama. Hon var heima, meðan børnini vóru smá. Tað er ikki vanligt í dag, sigur Kristin.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.