Skriva út

Kristian Martin Jacobsen

Kristian Martin Jacobsen
klokkari
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í dópsbrævinum stendur Ole Kristian Martin Djurhuus Jacobsen og føðidagurin er 19 mai 1953 og vanliga verður hann kallaður Kristian og hann er klokkari í Hósvíkar kirkju. Akkurát nú hevur hann onga klokku at ringja við. Gudstænastan gongur fyri seg í skúlanum, tí kirkjan er undir umbygging og verður ikki tikin í nýtslu aftur fyrr enn á jólum .

-Eg eri ættaður beinleiðis frá Sjóvarbóndanum, sum var tiltikin kvæðayrkjari. Og eg royni meg eisini í yrking. Eg havi yrkt ein sálm og yrkt nógv til veitslur. Tað liggur í at yrkja. Í okkara familju er tað soleiðis, at antin duga vit at yrkja ella eru vit heilt sør. Snedugt sum tað rakar.

-Pápi mín var av Válinum í Vestmanna. Hann vaks upp í Hósvík. Hann fórst, tá íð eg var fimm ára gamal við trolaranum “Stella Argus” seinast í oktober 1957. 22 mans fóru við trolaranum,sum hevði verið á sildaveiðu við gørnum norðanfyri. Ongin veitt hvussu hann fór, men hildið verður at koppaði á heimferð.

-Eg minnist bara okkurt brot frá pápa minum. Eitt nú, at eg fekk ein kassabil frá honum og at hann býtti bomm út, tá ið hann kom heim. At hann fórst merkti okkara heim. Mamma giftist ikki – uppaftur.

-Mær dámar væl at vera klokkari og fyri meg hevur tað týdning at gera tað sindrið eg kann. Eg byrjaði 5. August 2005 og nú gangi eg á 11 ári sum klokkari. Og akkurát nú eru vit klokkarar arbeiðsleysir í Hósvík, hvat ringing viðvikur og tað er eitt sindur tómligt. Kirkjan er undir umbygging, og gudstænastan verður hildin í eini skúlastovu.  Í løtuni taka vit okkum av at lata skúlastovuna upp og tendra ljósini.

Í Hósvík eru tríggir klokkarar og teir hava ábyrd ein mána í senn. Og liggur ikki fyri hjá einum, ber væl til at býta um.

Kristian er elektrikari og hevur havt 40 ára starvsdag á skipasmiðjuni í Havn. Hann eg giftur við Sunrid Jacobsen úr Havn og tey eiga ein son og ein abbason og abbasonurin er raskur at vitja.

-Mamma seldi húsini í Hósvík í 1967 og flutti til Havnar. Eg flutti aftur til Hósvíkar og inn í nýggj hús í 1982. Tað var ein góð avgerð og eg kundi ikki funnið upp á at flutt úr aftur bygdini. Eg havi altíð elskað at gingið í kirkju, havi verið í kirkjuráðnum og eisini verið kirkjuverji

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”