Skriva út

Kristian Johannus Hansen

Kristian Johannus Hansen
klokkari
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kristian er lærdur klokkari, skilt á tann hátt, at klokkararnir í Nólsoy hildu dreingjunum til at í kirkjuni at ringja. Nýggjársaftan sluppu dreingirnir í bygdini at ringja og klokkarin legði teimum lag á. Kristian er føddur 30. juli 1955.

-Eg havi funnið klangin í klokkuni. Klokkan skal syngja “Kom í Guds hús,” tá rætt er ringt. Man skal hála upp á ein bestemtan máta, fyri at fáa hendan klangin fram. Og til jarðarferðir eru longur millum sløgini. Tað tekur eitt sindur av tíð hjá einum nýggjum klokkara, at finna rætta ringingarlagið og ongin klokkari ringið heilt eins, sigur Kristian Johannus Hansen.

-Eg sigldi til ár 2000. Síðan aldarskiftið havi eg verið klokkari. Eg fór burtur sum 14 ára gamal. Í 1976-77 var eg á skiparaskúla og síðan havi eg verið yvirmaður.

-Eg havi fiskað í Eystursjónum út frá Bornholm, eg havi verið í Barentshavinum og eg havi verið við nótabátum. Í 2000 fekk eg ein blóðtøpp. Eg haldi eg sigldi for nógv, 11 mánaðar tað eina tørnið, har var for nógv stress og likamið hevur helst ikki tolt tað.

-Eg havi róð út, verið avloysari onkuntíð og síðan 2003 havi eg arbeitt á netavirkinum Vónini. Eg havi framvegis stóran veiðuhug og leingist aftur á sjógvin.

-Kristian er giftur við Maluni. Tey eiga fýra synir og eru ríkaði við trimum barnabørnum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.