Skriva út

Kristian Jákup Joensen

Kristian Jákup Joensen
klokkari
Gjáar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kristian Jákup Joensen er gjáarmaður, býr við Gjógv og vinnir sítt dagliga breyð við Gjógv. Og sum samfelagstænari hevur hann eisini átikið sær at vera klokkari og at ansa eftir automatiska orgulinum, tá íð Sofus Johannesen er burturstaddur. Kristian Jákup er føddur 27. juli í 1964.

-Eg havi verið í klokkari í nøkur ár, somikið leingi, at eg eisini ringdi, áðrenn klokkan varð automatiserað. Klokkan er tann sama, men nú verður hon stýrd av automatikki. Tað skuldi eitt sindur meira av venjing til, tá íð klokkan var mekanisk. Tú skuldi duga at stýra klokkuni, tá íð ringingin endaði, soleiðis, at tað ikki blivu ovnógv av teimum smáu sløgunum, til hon tagnaði, sigur Kristian Jákup Joensen.

-Eg veit ikki ordiliga hví eg gjørdist klokkari, men ikki grundin vera, at her var ikki so nógv at taka av. Eg havi altíð verið kirkjufólk, kanska var tað tí, at eg varð spurdur, sigur hann við seg sjálvan.

Kristian hevur arbeiðsplássið í bygdini.

-Eg havi arbeitt á Bakkafrost síðan 1994 og eg arbeiði á smoltstøðini her í bygdini. Tað er ikki so galið at hava arbeiðsplássi í heimbygdini, sigur hann.

Kristian Jákup er giftur við Ásdis Jensdóttir og tey eiga trý børn. Mamma hennara er frá Gjógv og pápin er úr Sumba. Tey búgva í Vestmannaoyggjunum.

-Tað sær svart út fyri bygdini. Tað er ongin, sum byggir her, mest summarhús. Eg hoyri til tann yngra endan í bygdini og eg eri farin um tey hálvthundrað. Børnini flyta helst. Hetta er leikluturin hjá smábygdunum í dag. Her er eitt øgiligt fólk sum summarið, men oyðið um veturin, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.