Skriva út

Kristian Hansen

Kristian Hansen
klokkari
Viðareiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kristian Hansen stendur upp í stilladsinum á tekjuni í kirkjuni í Ónagerði á Viðareiði. Takið, sum er úr skifer, liggur í túninum. Tað sum er undir, verður nú bjálvað og síðan verður takið lagt á aftur. Kristian Hansen er klokkari í Viðareiðis kirkju, hann er júst útbúgvin grannskoðari og til hann hevur funnið arbeiði innan hetta yrkið, starvast hann sum húsasmiður. Kristian er føddur 5. januar 1991.

-Onkur spurdi meg, um eg vildi vera klokkari og eg segði ja. Eg eri kirkjugangari og tað ger einki, um eg tæni eisini, sigur Kristian Hansen.

-Vit hava búð niðri í átta ár. Eg havi tikið útbúgving sum cand merc aud ella grannskoðara. Mær dámdi serstakliga væl at vera útiseti og nú heim aftur komin leiti eg eftir starvi sum grannskoðari. Fái eg einki starv, byrji eg fyri meg sjálvan, sigur hann.

-Eg havi arbeitt sum timburmaður fyrr og nú arbeiði eg saman við Sigmar Sørensen í Hvannasundi. Vit eru fýra manns í arbeiði at gera kirkjutakið, sigur hann.

Konan eitur Jacobina Hansen og tey eiga tveir synir. Tey búgva til leigu í Klaksvík.

-Eg eri uppvaksin í Hvannasundi og á Viðareiði. Eg var fýra ár, tá íð mamma giftist til Viðareiðis. Mamma og pápi eru ikki saman, men eg havi eitt gott samband við pápa mín eisini.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.