Skriva út

Krista Magnussen

Krista Magnussen
deknur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Krista Magnussen er ættað av Toftum og er gift út á Nes við Ólavur Magnussen. Seinastu tíggju árini hevur hon verið deknur í Fríðrikskirkjuni. Pápi hennara, Ernst Hansen, sáli, var eisini deknur. Krista er fødd tann 4. juni 1962.

-Eg  byrjaði sum deknur fyrsta sunnudag i advent í 2005. Eg varð spurd, tí pápi mín var vorðin sjúkur. Eg hevði slett ikki hugsað, at eg skuldi vera deknur, men tað eri eg so nú,sigur Krista Magnussen.

-Sunnumorgunin handlar um at vera klárur at fara í kirkju. Og eg eri longu fríggjadag. Mær dámar at vera betýss. Her er nógv virksemi í kirkjuni og summar periodur er rættuliga nógv at gera. Vit eru tríggir deknar, sum ganga vakt.  sigur hon.

Deknarnir í Fríðrikskirkjuni skiftast soleiðis. Krista hevur ábyrgd av deknatænastuni í tvær viku og síðan hevur hon ein mána frí og sama er galdandi fyri hini.

-Eg var ikki trygg í fyrstuni, tá íð eg stóð á kórsgáttini. Men nú dugi eg at geva mær tið at lesa, sigur hon
Krista arbeiðir sum heilsurøktari á einum sambýli á Toftum. Hon hevur tikið heilsurøktaraútbúgvingina á Heilsurøktarskúlanum í Suðuroy. Hon hevur eisini arbeitt í mong ár við ungum, sum bera brek.

-Eg giftist út á Nes og á Nesi varð eg væl móttikin. Eg haldi, at tað var gott at vaksa upp á Nesi hjá børnunum. Vit hava fingið fýra børn, tríggjar dreingir og eina gentu.   Vit lærdu tey at súkkla og tey súkklaðu í skúla. Og hóast tey høvdu longsta veg, vóru tey altíð millum tey fyrstu í skúla. Tey súkklaðu eisini inn til foreldrini hjá mær og maðurin koyrdi í skúla hvønn dag. Tey vóru í góðum hondum, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.