Skriva út

Knút Olsen

Knút Olsen
organistur
Kvívíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

At síggja Knút Olsen, organist, tónasmið og lærara við einum ljóðføri er ikki nøkur sjáldsom sjón. Hann er musikalskur sum fáur og tað er við tónleikinum og sanginum, at hann talar út í heimin og við síni medmenniskju. Og hann er autodidakt, sum tað so fínt eitur og merkingin er, at hann er sjálvlærdur.

-Tá ið fólk syngja, er tað illa langt burtur. Eg havi altíð sungið og altíð dámt sangin. Hesin hevur eitt sissandi árin í mítt sinni. Og eg eri ikki serkønur á nøkrum øki og verið tað heldur neyvan, sigur Knút avgjørdur.

-Eg havi spælt orgul og mong onnur ljóðføri og fái okkurt burtur úr teimum ljóðførum, eg seti meg við. Tað er nokk felags hjá fólki, sum eru musikalsk. At vera organistur hevur ikki verið eitt starv burtur av. Longsta eg havi verið organistur er nokk í Kvívík, men eg havi eisini spælt í øðrum kirkjum. Eitt nú var eg eitt skiftið í Tjørnuvík sum lærari og har var eg eisini organistur. Eg lærdi meg at spæla í heimbygdini Sandavági og spældi eisini í kirkjuni har. Eg spældi eisini, tá ið eg gekk á læraraskúla. Tá eg byrjaði at læra meg orgul, var tað bara eftir oyranum uttan nótar. Nótarnir komu seinni.

-Okkurt er tað blivið til, eg eigi 11 sálmaløg í Føroysku Koralbókini, sigur Knút Olsen, sum fæst nógv við lagasmíð.

-Eg veit ikki, hvat eg skuldi gjørt uttan tónleik, hesin hevur fylgt mær alt lívið sum ein trúgvur fylgisveinur. Og sangur er eisini eitt fantastiskt frálæringaramboð. Fyrr var tað eitt krav í skúlunum , at læra uttan at. Hetta var lætt fyri summi og ógjørligt fyri onnur. Børnini læra sangir uttanat og eg havi latið børnini sungið, ístaðin fyri at reksa upp. Eg havi skrivað sangin á talvuna og síðan hava vit sungið. Tá ið eg havi mett, at tey eru komin á lagið, hav eg strikað orð burtur, fleiri og fleiri og børnini minnast hvat orð manglar. Hetta hevur riggað væl. Og eg havi hoyrt frá børnunum, tá ið tímin er liðugur, at nú hava vit slett ikki lisið, bara sungið og hóast tað, so duga tey tekstin.

-At spæla til eina gudstænastu er ein spurningur um samstarv millum organist og kirkjulið. Og tað er spell at siga frá, at besti sangurin er ofta til jarðarferðir, tí tá er kirkjan full. Tað kundi gott fleiri fólk gingið í kirkju, tað hevði verið ein vinningur fyri felagssangin.

Tónleikur hevur givið mær alt í lívinum og støðan er betri við urgutónleiki í dag, enn tá iðeg var ungur. Nú eru fleiri útbúnir organistar.

Knút er giftur við Annu og tey eiga fýra døtur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.