Skriva út

Klæmint Hansen

Klæmint Hansen
klokkari
Hattarvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er ikki øllum klokkarum í Føroyum beskorið at luttaka í eini svenskari sjónvarpssending, men Klæmint Hansen í Útistovu er ein teirra. Klæmint Hansen doyði í 1997, 90 ára gamal. Hann var føddur í 1907.

Og hvussu kom so Klæmint í svenskt sjónvarp. Hetta komst av, at hann var til skips við klaksvíksskipinum Stellu Mariu og teir komu fram á kendu vevkonuna Ainu Cederblom, tað var hon sum tók stig til vevskúlan í Klaksvík. Hon var ávegis til Svøríkis í lítla báti sínum, sama báti, sum hon kom til Føroya við frammanundan og hevði fingið motorskaða. Seinni gjørdi svenska sjónvarpið ein film um Ainu og tað var í hesum sambandi, at Klæmint og ein annar av manningini av Stellu Mariu vórðu bodnir til Svørríkis í samband við filmin.

Klæmint var pápa beiggi Hanus Súna í Útistovu, sum í meira enn eina hálva øld var deknur í Hattarvíkar kirkju. Klæmint tók við sum deknur eftir pápa sín Hasa. Tey í Útistovu áttu kirkjuna í Hattarvík, myndaliga talað og skilt á tann hátt, at tænararnir komu úr hesum húsunum.

Klæmint sigldi við klaksvíksskipum og hjálpti nógv til á garðinum í Útistovu, tá íð hann var heima. Honum dámdi eisini væl at fleyga lunda frá báti, tá íð tann tíðin á árinum var og sjálvsagt um summarið.

Hann var ógiftur og búði í Útistovu. Hann var kendur fyri at vera ein fittur og viðeiriligur maður.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.