Skriva út

Kjartan Johan Stenberg

Kjartan Johan Stenberg
deknur og klokkari
Svínoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað eru 40 ár síðani, at Kjartan Stenberg fyrstu ferð læs lestur í Svínoyar kirkju og hann hevur verið deknur meira ella minni síðani. Hann hevur eisini í hesum tíðarskeiðnum roynt seg sum klokkara. Tá íð tú tosar um dekn í Svínoy í dag, so er tað fyrst og fremst talan um Kjartan og hann er føddur 22. oktober 1946.

-Heini Joensen hevði verið deknur í mong ár. Hann var pápi Hera Joensen, prest. Hann gjørdist sjúkur og bað meg um at avloysa. Eg segði ja beinanvegin. Var eitt sindur nervøsur fyrstu tíðina og læs væl uppá lesturin leygardagin undan gudstænastuni. Tá íð Heini ikki orkaði, meira gjørdist eg fastur deknur, sigur Kjartan Stenberg.

-Eg havi altíð búð í Svínoy. Pápi mín var úr Suðuroy, úr Sumba. Mamma mín úr Svínoy og hon doyði, tá íð eg var eina viku gamal. Vit vóru trý systkin, tvær systrar og eg. Forledrini búðu niðri. Ein systir mín, Marita Money býr í Australia, har hon hevur familju. Vit tosa av og á saman í telefon. Hon hevur verið røsk at vitja heima í Føroyum, nú eru tíggju ár síðan hon var her seinast. Hin systurin kallaðist Gunvør og giftist við einum danskara. Hon búði niðri og er deyð.

-Eg vaks upp hjá ommu og abba og kallaði Petru, mostir mína fyri mammu. Hon giftist við Jústinus í Svínoy og varð verandi í bygdini, eg helt fram at búgva hjá ommu og abba.

Sum hálvvaksin fór Kjartan til Havnar í smiðjulæru á Tórshavnar Skipasmiðju. Og seinni fór hann á maskinskúlan í Havn og tók endaligt prógv sum maskinmeistari í Odense, og nú lá heimurin opin fyri honum.

-Eg var fyrsti við farmaskipi kring allan knøttin og síðan fór er í frálandavinnuna. Har vóru góðar treytir, helvtin av tíðini úti og helvtin heima. Eg havi siglt alt mítt vaksna lív, sigur Kjartan Stenberg.

-Nú eri eg pensionistur í Svínoy. Her er ongin kona, ongi børn og eg takist við seyð, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.